Landafrøði 1 - page 69

VEÐURLAG OGVØKSTUR
69
Summarmonsunurin dregur slavna luft úr Indiahavi inn yvir
Asia.
Monsunvindar – árstíðarvindar
Monsunar
eru vindar, sumbroyta ætt, alt eftir hvør árstíðin er.Monsun­
vindar eru um alt Suðurasia og eru orsøk til heilt serlig veðurfyribrigdi.
Um summarið verður landið inni í landinum í Asia skjótari hitað enn
havið. Luftin yvir landøkið verður hitað og fer uppeftir. Tá taka lág-
trýst seg upp yvir land, sum súgva slavna luft frá havinum til sín. Frá
mai til september streymar
summarmonsunurin
frá Indiahavi inn yvir
Asia. Tá ið tann slavna luftin uttan av havinum kemur inn yvir land,
verður hon noydd upp eftir. Hon verður køld, og tað fer at regna.
Glopraregn, monsunregn, kann koma við summarmonsuninum.
Í vetrarhálvuni skiftir vindurin ætt. Tá taka hátrýst seg upp yvir
kalda landið, sum kólnar skjótari enn havið. Tann kalda og turra luftin
í hátrýstinum streymar út ímóti havinum, har trýstið er lægri. Talan
er um
vetrarmonsunin
.
Í tíðini millum vetur og summar kann veðrið vera ógvuliga
umskiftandi. Tá kunnu t.d. harðar ódnir raka strandaøkini í India og
Bangladesj.
Vetrarmonsunurin er turr luft, sum streymar innan úr
landinum í Asia út móti havinum.
ASIA
L
L
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
M
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
S
u
m
m
a
r
m
o
n
s
u
n
u
r
ASIA
H
r
n
r
m
o
n
s
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
M
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
V
e
t
r
a
r
m
u
n
u
r
I...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...124
Powered by FlippingBook