Landafrøði 1 - page 60

60
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Veðrið er ógvuliga ymiskt í ymsu heimspørt­
unum. Summastaðni er ísakalt. Onkrastaðni
er glopraregnnæstanhvønndag, og aðrastaðni
bíða tey eftir regni í fleiri ár. Tá ið vit siga
veðurlag, hugsa vit um veðrið, sum er vanligt í
einumøki í eitt ávíst áramál. Veðurlagið hevur
stóran týdning fyri, hvørjar plantur og dýr
kunnu liva á staðnum. Tað hevur eisini stóran
týdning fyri okkummenniskju.
Var einki lofthav, var einki lív
Lofthavið er tann luftin, sum er uttan um jarðar­
knøttin. Var einki lofthav, høvdu ikki verið livilíkindi
á jørðini, – hvørki hjá menniskjum, dýrum ella plan­
um.
Úr lofthavinum fáa vit oxygen, sum vit anda.
Lofthavið verjir okkum eisini fyri vandamiklu
strálunum frá sólini og forðar fyri, at orkan frá sólini
hvørvur út aftur í rúmdina.
Lofthavið er úr turrari luft og vætu.
Tann turra luftin er úr
nitrogen
(køvievni)
(78%) og oxygen (21%).
Í lofthavinum eru harumframt
vakstrarhúsgass
, so sum
carbondioxid
(koltvísúrevni) og metan. Hesi eita
soleiðis, tí at tey saman við vatn­
dampi elva til vakstrarhúsárin.
Veðurlag og
vøkstur
Veltur í
bríkum á Bali í
Indonesia.
I...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...124
Powered by FlippingBook