Landafrøði 1 - page 50

50
JARÐARSKORPAN
Rennandi vatn gevur landslagnum skap
Vatn er tann ytra kraftin, sum broytir landslagið mest. Rennandi vatn
skapar ymisk løg í lendinum, t.d. við at máa landslagið og grava gil,
sum at enda gerast stórir dalar. Rennandi vatn er eisini atvoldin til, at
landslagið spakuliga verður javnað út. Hvørt ár føra løkir og áir stórar
nøgdir av eyri og móru frá hægri støðum oman í láglendið. Soleiðis
kann tað henda:
Í fjøllunum savnast regn og vatn úr bráðnandi ísi. Smáir løkir
gerast til áir. Har vatnið rennur skjótt, skræðir tað leyst tilfar við sær.
Smáu áirnar gerast til stórar áir. Har áin rennur møk, søkkur tilfar úr
vatninum á botn og verður botnsett. Vit kunnu siga, at áin missir ein
part av farminum.
Tá ið áin rennur út í havið, botnsetur tað, sum eftir er av tilfari.
Við áarmunnan kann tilfarið spjaðast út yvir eitt stórt øki. Viðhvørt
botnsetur so nógv tilfar, at vatnið má finna sær aðrar leiðir. Tá greinar
Við áarmunnar legst nógv tilfar, og her
verður ein áarósi eins og her á Nesi í Hvalba.
I...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...124
Powered by FlippingBook