Landafrøði 1 - page 48

48
JARÐARSKORPAN
Kálkgrót er týdningarmikið náttúrutilfeingi, og tað verður t.d.
brúkt á stálverkum. Kálkgrót verður eisini brúkt til at gera sement, sum
er partur av betongi. Betong verður t.d. brúkt til at byggja hús og brýr.
Aluminium er eitt vanligt evni í jarðarskorpuni, men tað er bara at
finna í bindingum við onnur evni. Fyri at fáa reint aluminium er tí
neyðugt at bræða tey steinsløgini, sum hava aluminium í sær, og tað
krevur sera nógva orku. Aluminium verður brúkt til mangt og hvat,
t.d. í flogførum, bilum, bátum og í pakkum til drykkir.
Húsarhald við tilfeingi
Mesta náttúrutilfeingið í undirgrundini verður ikki endurnýggjað. Tí
mugu vit brúka tað við skili. Hetta gera vit á ymsan hátt. Ein háttur er
at menna betri tøkni, sum sparir náttúrutilfeingi. Ein annar háttur er
at skifta t.d. kopar út við annað tilfar. Ein triði háttur er at endurvinna
ymiskt tilfar. Endurvinning av gomlum jarni hevur minkað munandi
um tørvin á jarnmálmi í stálídnaðinum.
Nógvir fyrimunir eru við endurvinning. Tað ber til at spara nógva
orku við at endurvinna. T.d. er orkunýtslan 75% lægri, tá ið stál
verður gjørt úr gomlum jarni heldur enn úr jarnmálmi. At endurvinna
aluminium er upp aftur meiri orkusparandi.
Gamlir bilar verða pressaðir saman
og útfluttir sum gamalt jarn til endur-
vinning. Myndin er frá Kommunalu
Brennistøðini á Hjalla í Hoyvík
I...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...124
Powered by FlippingBook