Landafrøði 1 - page 49

JARÐARSKORPAN
49
Ytru kreftirnar á jørðini
Jarðarflatin broytist støðugt. Tú hevur lisið um, hvussu innaru kreftir-
nar viðhvørt skapa fjallarøðir og umskaringar. Á jørðini eru eisini
ytri
kreftir.
Ytru kreftirnar umskapa jarðarflatan og javna hann út. Hetta hendir
bæði við
tæring
og við
máan
, har vatn, vindur og ísur máa burtur av
lendinum. Sjálvt tey høgu fjøllini verða slitin niður og broytast eftir
milliónir ár til sløtt landsløg.
Ytru kreftirnar ávirka eisini landslagið á annan hátt: Vatnið í áunum
og ísurin í jøklunum skræðir við sær steinar, eyr og sand og flytur
tilfarið úr einum stað í annað. Tá ferðin á vatninum minkar, ella tá
ísurin bráðnar, liggur tilfar eftir ymsa staðni, kanska í einum dali ella á
havsins botni. Tað botnsetta tilfarið, sum vatnið ella ísurin leggur eftir
seg, nevna vit
áløgu
. Í Føroyum ber t.d. til at síggja áløgu í áarósum.
Tá ið tað regnar illa, ella tá ið kavin
bráðnar, kann leyst jørðildi í bratt-
lendi lættliga fara á glið, so vit fáa
skriðulop. Myndin vísir eitt skriðulop
í Klaksvík eftir ógvusligt regn í 2000.
I...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...124
Powered by FlippingBook