Landafrøði 1 - page 52

52
JARÐARSKORPAN
Tæring
Fasta hellan og tilfarið, sum losnar úr henni, t.d. klettar, steinar og eyr-
ur, kunnu molna við
tæring
. Tæring kann vera alislig ella evnalig. Vatn,
vindur ella ísur bera burtur tærda tilfarið, sum at enda verður botnsett.
Alislig tæring
Frostspreinging
er alislig tæring. Hon er, tá ið vatn rennur niður í rivur
í helluni og frystir. Vatn víðkast, tá ið tað frystir, og tí kann ísur við
stórari kraft spreingja sundur klettar og steinar.
Frostspreingingar eru vanligar í økjum, har hitin stundum er undir
frostmarkinum og stundum yvir, har rivur eru í helluni og har nógv
vatn er. Í Føroyum eru frostspreingingar vanligar í fjøllunum.
Eitt annað slag av alisligari tæring er
sólspreinging
ella
hitaspreinging
.
Stórir munir millum hita og kulda tæra tann fasta klettin sundur. Um
Tá ið ísurin spakuliga
tekur seg fram, slítur
hann niður dalin, bæði
líðirnar og botnin, sum
her í Alaska.
I...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...124
Powered by FlippingBook