Landafrøði 1 - page 51

JARÐARSKORPAN
51
áin seg, og tilfarið myndar ein áarósa. Stórir áarósar mynda áarmunnan
við fleiri av heimsins størstu áum, eitt nú við Nilánna í Egyptalandi og
Mississippi í USA.
Onkra staðni hava áir í fleiri milliónir ár skorið seg niður í djúpar
gjáir. Ein tann kendasta er Grand Canyon í USA.
Vatnið flytur jørðildið
Tá ið vatn rennur oman líðirnar, tekur tað við sær leyst jørðildi, sum
síðan botnsetur í áardølunum. Viðhvørt er vatnflóð, og tá er botnset­
ingin serliga nógv.
Jørð, sum verður botnsett, er ofta góð landbúnaðarjørð og kann geva
mat til nógv fólk. Tí livir stórur partur av heimsins íbúgvum í áar­
dølum.
Árinini av vatni kunnu tó eisini hava neiliga ávirkan á fólk. Viðhvørt
skolar regnið góða jørð burtur. Tað hendir eisini, at vatnbrunnar, sum
t.d. verða brúktir til drekkivatn ella til vatning, verða fyltir við botn­
settum tilfari, sum áin ber við sær.
Máan av aldu og vindi
Ikki einans rennandi vatn máar og broytir landslagið. Alda slítur
støðugt strendurnar og tekur tilfar við sær og botnsetur tað.
Sjálvt vindur kann broyta landslagið. Tað hendir, tá ið flatin er
berur og lítil vøkstur er. Vøksturin bindur saman jørðildið og heldur
tí. Harafturat krevst nógvur vindur, áðrenn hann megnar at lyfta upp
tilfar, sum er tyngri enn eitt sandkorn. Máan av vindi rakar eina mest
oyðimerkur og sandstrendur.
Máan av ísi
Í nøkrum fjallaøkjum er so kalt um summarið, at vetrarkavin ikki
bráðnar burtur. Tá verða fannir liggjandi, og tær verða, sum frá líður,
til nógvan ís, jøklar. Jøklarnir gerast tjykkri og tjykkri og fara spakuliga
á glið oman brekku. Tá nevna vit teir
skriðjøklar
.
Steinar og eyrur eru fryst upp í jøkulsbotnin og slíta undirlagið, so
hvørt sum skriðjøkulin skríður yvir lendið. Skriðjøkulin er sum ein
stórur høvil. Hann slítur helluna niður, og flytur leysa tilfarið við sær
og letur tað botnseta, har ísurin bráðnar.
Nógvir skriðjøklar glíða ígjøgnum dalar. Her máa skriðjøklarnir
bæði dalbotnin og dalslíðirnar. Eftir einum tveimum milliónum árum
hevur ísurin broytt skapið á dalinum, til hann at enda líkist bókstavi­
num U. Slíkar dalar nevna vit
U-dalar
.
I...,41,42,43,44,45,46,47,48,49,50 52,53,54,55,56,57,58,59,60,61,...124
Powered by FlippingBook