Landafrøði 1 - page 53

JARÐARSKORPAN
53
dagin víðkast grótið í hitanum. Um náttina kólnar tað og tekur seg
saman aftur. Tá verða stórir spenningar í tilfarinum, sum at enda fáa
klettin at sprotna.
Tað sama hendir, um tú kyndir eld á eini hellu og síðan sløkkir eldin
við køldum vatni. Tá er stórur vandi fyri, at hellan støkkur sundur.
Sólspreingingar eru mestsum bara í oyðimørkum, har hitamunurin
millum dag og nátt er ógvuliga stórur.
Evnafrøðilig tæring
Evnafrøðilig tæring er bara, um vatn er á staðnum. Tað er nevniliga vat-
nið, sum hevur í sær tey súru evnini, sum tæra niður klettin. Jú súrari
vatnið er, jú skjótari er tæringin. Evnafrøðiliga tæringin er ofta týðilig
at síggja í hellu við nógvum kálki. Tað súra vatnið loysir upp helluna,
so lægdir vera í flatanum. Vatnið setir í lægdirnar, sum støðugt dýpast
og verða til helli. Henda tilgongd kann fara fram í langa tíð, kanska í
fleiri túsund ár.
Nøkur dømi um helli, sum eru vorðin til við evnafrøðiligari tæring
eru í Norðurlondum, har undirgrundin er úr kálkgróti. Í Danmark er
kálkgróthelli í Mønsted, og í Svøríki eru Lummelundahellini í Got­
landi.
Evnafrøðilig tæring er týdningarmikil fyri allar plantur. Teimum
tørvar føðsluevni, sum eru í føstu helluni. Tæringin loysir føðsluevnini,
so tey koma í jørðildið. Haðan kunnu planturøturnar taka evnini til
sín.
Hvør er munurin millum
innaru og ytru kreftirnar í
jørðini?
Ytru kreftirnar á jørðini
ávirka eisini landslagið,
har tú býrt. Hvussu sært
tú tað?
?
Lendi við stórum klettum, sum stendst av
tæring, fyrst og fremst frostspreingingum.
Myndin er av Reyðafelstindi í Eysturoynni.
I...,43,44,45,46,47,48,49,50,51,52 54,55,56,57,58,59,60,61,62,63,...124
Powered by FlippingBook