Landafrøði 1 - page 54

54
JARÐARSKORPAN
VIT STEÐGA Á:
Tá ið ísurin fjaldi lendið
Fyri um leið 20 000 árum síðan vóru alt Skandinavia og
aðrir partar av Norðurevropa fjaldir undir innlandsísi, sum í
støðum var næstan 3 kilometrar tjúkkur Ísurin var so tungur,
at jarðarýtan og ovasti parturin av jarðarkápuni vóru trýst
niður Tá ið veðurlagið gjørdist lýggjari, og ísurin bráðnaði
burtur, lógu stórir partar av Danmark, Svøríki og Finnlandi
undir sjónum
Økið, sum ísurin breiddi seg yvir fyri
um leið 20.000 árum síðan.
Lendið hevjaði seg upp aftur, tá ið
ísurin hvarv. Hetta fyribrigdið er
framvegis virkið í skandinavisku
londunum, góð 9.000 ár eftir, at
ísurin bráðnaði burtur. Í støðum í
Svøríki hevjar lendið seg næstan ein
sentimetur um árið.
Heimshøvini fløddu, tá ið landísurin
bráðnaði og vatnið rann út á sjógv.
Høvini eru flødd yvir 100 m síðan
seinastu ístíð, og tey fløða framvegis
einar 2 mm um árið.
London
Tórshavn
Brússel
Berlin
Warszawa
Moskva
P
y
r
i
n
e
a
f
j
øll
A
lp
u
r
n
ar
A
t
l
a
n
t
s
hav
S
v
a
r
t
a
h
a
v
I...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...124
Powered by FlippingBook