Landafrøði 1 - page 62

62
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Sum glasið í einum vakstrarhúsi
Lofthavið kann sammetast við glasið í einum vakstrarhúsi. Ljósstrálur
frá sólini sleppa ígjøgnum lofthavið og hita jarðarýtuna. Hitin frá jørð­
ini hevur hinvegin ilt við at sleppa burtur frá jørðini, tí vakstrarhúsgass
í lofthavinum eru før fyri at taka ímóti varma. Vakstrarhúsgass seinka
á henda hátt orkuni í at sleppa burtur frá jørðini. Meginreglan er tann
sama sum í einum vakstrarhúsi: glasið letur sólstrálur sleppa inn, men
forðar varma úr heitu moldini at sleppa út aftur. Hetta nevna vit
vakstrar­
húsárin
.
Vit hava vakstrarhúsárininum fyri at takka, at miðalhitin á jørðini
við sjóvarmálan er um leið +15°C. Var einki vakstrarhúsárin, hevði
miðalhitin ikki verið meiri enn einar –15°C til –20°C.
Týdningarmestu vakstrar-
húsgass eru vatndampur,
carbondioxid, nitrogen,
metan og freon.
Troposfären
Ozonlag
Flogfør flúgva helst í miðhválvinum,
tí her er luftmótstøðan lítil. Jú minni
luftmótstøðan er, jú minni brennievni
brúkar flogfarið, og jú bíligari gerst
ferðin.
Jonhav
Norðlýsi
Miðhválv
Lághválv
I...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...124
Powered by FlippingBook