Landafrøði 1 - page 63

VEÐURLAG OGVØKSTUR
63
Trý løg í lofthavinum
Trý løg eru í lofthavinum: lághválvið, miðhválvið og jonhavið.
Lághválvið
er næst jørðini. Her eru mest sum øll skýggini, her blása
flestu vindarnir, og her verða regn og kavi til. Jú hægri vit koma upp í
lághválvið, jú kaldari verður. Á ovasta mótinum, um leið 10 kilometrar
uppi, er hitin um leið -60°C.
Uppi yvir lághválvinum er miðhválvið. Her hevur luftinminni oxygen
í sær enn í lághválvinum, og lufttrýstið er nógv lægri enn á jarðarýtuni.
Eitt fólk í miðhválvinum má vera í trýstkamari og hava oxygen við sær,
sum t.d. í einum flogfari.
Í miðhválvinum, um leið 10–35 km uppi, er
ozonlagið
. Ozon er gass,
summegnar at verjamenniskju, dýr og plantur fyri skaðiligu ultraviolettu
geislunum frá sólini. Við øðrum orðum er ozonlagið sólarverjan hjá
jørðini.
Miðhválvið røkkur upp í um leið 50 km hædd, og síðan kemur
jonhavið
. Luftin í jonhavinum hevur eina aðra samanseting
enn luftin í lofthavinum annars. Tað er í jonhavinum, at
norðlýsið kemur. Norðlýsið kann lýsa upp himmalin
um kvøldarnar og síggja út sum dansandi gardinur í
grønum, ljósareyðum, hvítum og bláum ljósi.
Jonhavið, og harvið eisini lofthavið, røkka upp
í um leið 100 km hædd.
Hol í ozonlagnum
Mitt í áttatiárunum gjørdust bretskir granskarar
varugir við, at ozonlagið yvir Antarktis var farið
at tynnast. Ozonlagið yvir Arktis hevði eisini fingið
skaða.
Fremsta orsøkin, at ozonlagið varð órógvað, var
útlátið av kemiskum evnum, sum CFC. Tey eru gass­
evni, sum eru evnasambond millum klor, fluor og carbon.
Evnini verða ofta bara nevnd freon. Fyrr varð freon brúkt
í køliskápum og í spreydósum. Tað varð eisini brúkt í frysti-
virkjum og í bjálvingartilfari. Onnur gassevni eru tó eisini til, sum
ávirka ozonið í lofthavinum.
Minkar ozonlagið, so hevur tað við sær álvarsligan vanda fyri
menniskju, dýr og plantur. Tá røkka nevniliga fleiri av teimum vandamiklu
ultraviolettu strálunum úr sólini niður á jørðina. Og vit eru í vanda fyri at
fáa fleiri tilburðir av húðkrabba og eygnasjúkum. Tí er gjørd ein altjóða
avtala um at minka útlátið av gassi, sum oyðileggur ozonlagið. Útlátið er
nú minkað síðan nítiárini.
Tynning av ozonlagnum yvir
Antarktis í 2007. Reyðblái liturin
vísir, at ozonlagið er um leið 40
prosent tynri enn vanligt.
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...124
Powered by FlippingBook