Landafrøði 1 - page 73

VEÐURLAG OGVØKSTUR
73
Veðurlagið ávirkar vøksturin
Tá ið vit kanna jørðina og bera saman liviháttin hjá ymsum fólkasløg­
um, er hent at býta jørðina upp í øki. Vit kunnu t.d. býta upp eftir
veðurlag og kanna, hvar ávíst veðurlag er, og hvørjar plantur vaksa har.
Veðurlagið á einum ávísum staði er treytað av tí, sum áður er nevnt:
hita, avfalli, breiddarstigi, hædd yvir havi o.s.fr. Nú fara vit at hyggja
nærri at
pólveðurlagi, tempraðum veðurlagi, miðjarðarhavsveðurlagi,
oyðimarkarveðurlagi, steppuveðurlagi, tropiskum savannuveðurlagi
og
tropiskum regnskógarveðurlagi
. Hæddarviðurskifti ávirka veðurlagið
nógv, og tí eru eisini øki við eyðsýndum
fjallaveðurlagi
.
Veðurlagið avger, hvørjar plantur vaksa í einum øki. Tí eru ymisk
vakstrarøki
. Í hesi bókini lýsa vit
tundru, nálaskógir, leyvskógir, oyði­
merkur, steppur, savannur
og
tropiskar regnskógir
.
Plantulívið og dýralívið verða ikki einans ávirkað av veðurlagnum.
Menniskju hava eisini stóra ávirkan. Umstøðurnar broytast, t.d. tá ið
menniskju dyrka jørðina, fella skógin og byrgja vøtn og áir. Tí er nógv­
astaðni í heiminum lítið eftir av tí vøkstri og dýralívi, sum er eyðkent
fyri øki við ávísum veðurlag.
Í Føroyum hevur seyðahald havt stóra ávirkan á vøksturin. Tað karga
landslagið við lágvaksnum vøkstri er komið ístaðin fyri stórvaksnar
urtir og runnar, sum upprunaliga myndaðu landslagið.
Myndin vísir dømi um upprunavøkstur á
Klubbanum á Kunoynni, har seyður ikki
sleppur framat.
I...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...124
Powered by FlippingBook