Landafrøði 1 - page 71

VEÐURLAG OGVØKSTUR
71
leypa saman til smáar dropar, sum gerast til skýggj. Jú hægri upp luftin
kemur, jú kaldari gerst hon, og jú størri gerast vatndroparnir. At enda
verða teir so tungir, at teir fella niður á jørðina sum regn, kavi ella
heglingur.
Tá ið luft nær við jørðina verður køld, verða vatnmýlini til mjørka,
døgg ella jarðfrost.
Ymisk sløg av avfalli
Nógvar orsakir eru, hví heit luft kólnar, so vætan í luftini loypur saman
til avfall. Vit tosa um brúgvaregn, góðveðursregn og fjallaregn.
Brúgvaregn
er, tá ið heit og køld luft koma saman. Tann heita luftin
fer upp um ta køldu, tí heit luft er lættari enn køld. Tann heita luftin
kólnar, og vætan í luftini broytist til avfall. Brúgvaregn er tað vanligasta
slagið av regni í Føroyum.
Góðveðursregn
er vanligt í heitum londum, har luftin er slavin, sum
t.d. viðmiðkringin. Tað regnar ofta nøkulunda um somu tíð hvønn dag.
Sólin hitar luftina, vatnið dampar, og vætan fylgir við luftini uppeftir.
So hvørt sum luftin fer longur og longur upp, kólnar hon og verður til
skýggj. Tá ið skýggini eru komin nóg høgt upp, verða vatndroparnir
so stórir og tungir, at tað fer at regna. Eftir regnælini klárnar aftur, og
sólin fer at skína.
Vatnringrásin
Nevn dømi um natúrligar
veðurlagsbroytingar.
Hvat er avgerandi fyri,
hvussu veðurlagið er á
ávísum staði?
?
Avfall
Skýgg
Guva
Omanávatn
Grundvatn
I...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...124
Powered by FlippingBook