Landafrøði 1 - page 46

46
JARÐARSKORPAN
Legugrót kann eisini hava lívfrøðiligan uppruna. Tað merkir, at
løgini eru heilt ella lutvíst bygd upp úr tilfari úr plantuheiminum ella
dýraheiminum. Kálkgrót er legugrót, sum lutvíst er bygt úr skeljum frá
deyðum dýrum. Kol, sum er týdningarmikið brennievni, er legugrót úr
deyðum plantum. Í Føroyum finna vit kol í Suðuroy.
Ymisk sløg av legugróti verða ofta brúkt til byggitilfar, tí tey eru bleyt
og løtt at evna til, t.d. til flísar.
Umskapað grót – metamorf grótsløg
Triði grótbólkurin eitur umskapað grót. Frøðiheitið fyri umskapað grót
er metamorft grót. Orðið kemur av
metamorfos
, sum merkir umskapan.
Ofta eru tað legugrót og magmagrót, sum verða broytt til umskapað
grót. Broytingin hendir, tá ið upprunaliga gróti við tíðini verður trýst
niður í undirgrundina og kemur undir høgt trýst og nógvan hita. Hetta
kann t.d. henda í sambandi við, at faldfjøll verða til.
Marmor og gneis er vanligt umskapað grót. Marmor er umskapað
kálkgrót, sum aftur er eitt slag av legugróti. Gneis kann verða til úr
ymsum grótsløgum.
Hvítt marmor er umskapað
grót, sum hevur verið nýtt til
standmyndir síðan fyri føðing
Krists.
Hvørji sløg av gróti og steini
eru har, sum tú býrt? Greið
frá, hvussu tey vórðu til.
?
I...,36,37,38,39,40,41,42,43,44,45 47,48,49,50,51,52,53,54,55,56,...124
Powered by FlippingBook