Landafrøði 1 - page 39

JARÐARSKORPAN
39
Ymisk sløg av gosfjøllum
Fløgugosfjøll
mynda høg fjøll. Ovast er
goskoppurin
. Haðani floymir
gass (t.d. vatnguva), øska og seig flótandi grótbræðing, sum spakuliga
rennur oman eftir fjallasíðuni. Tá ið bræðingin storknar, fáa vit serliga
keyluskapið, sum hesi gosfjøll hava.
Dyngjugosfjøll
verða til, tá lættflótandi grótbræðingar floyma úr gos­
opum. Slíkar gosbræðingar renna langt, áðrenn tær storkna, og tí eru
hesi gosfjøllini lág.
Linjugos
verða til, tá ið jarðarplátur glíða burtur hvør frá aðrari. Í
rivunimillumpláturnar liggur ein røð av
gosopum
, sumgoysa bræðingar,
øsku og gass. Her mynda grótbræðingarnar ofta ikki gosfjøll, men
linjugos. Ísland er í einum øki, har jarðarplátur glíða sundur, og her
eru nógv linjugos.
fløgugosfjall
øskuskýggj
øskuskýggj
grótbræðingar
øska og
grótfláir
magma
grótbræðingar
gos-
koppur
øska og
grót
I...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...124
Powered by FlippingBook