Landafrøði 1 - page 42

42
JARÐARSKORPAN
Gosfjøll lokka og hótta
Eitt gosfjall kann vera óvirkið í langa tíð og so brádliga fara at goysa.
Kortini liva fólk í milliónatali nærindis gosfjøllum, serliga fløgugosfjøll­
um. Jørðildið, sum verður til av øskuni eftir eitt eldgos, er ofta ógvuliga
fruktagott og hóskar væl til jarðarbrúk.
Tá ið eldgos eru, er ikki bara gosbræðingin ein hóttan fyri menniskju,
dýr og náttúru. Enn vandamiklari eru heita gassið og øskan, sum
sprænir úr gosopinum. Grótbræðingin rennur í avmarkaðum streymum
oman eftir fjallinum, og fólk náa aloftast at bjarga sær. Tær brádligu
spreingingarnar eru verri at verja seg fyri. Tá ið magma brýtur sær veg
upp úr jarðarkápuni, elvir tað til eitrandi og sprongkvæmt gass. Um
trýstið í gassinum er stórt, kann gosfjallið spreingjast við ógvusligari
megi. Gass, øska og partar av fjallinum verða slongd út í luftina við
øgiligari ferð. Nógv dømi eru um heil samfeløg, sum eru løgd í oyði av
slíkum brádligum spreingingum.
Jarðskjálvtar
Tá ið jarðarplátur stoyta saman ella glíða sundur, verða spenningar í
jarðarskorpuni. At enda verða spenningarnir so stórir, at tann fasta hellan
støkkur sundur, og jørðin fer at skelva. Hetta er ein jarðskjálvti.
Føroyar eru langt frá einum plátumóti, har harðir jarðskjálvtar
kunnu vera. Tó kunnu veikir jarðskjálvtar vera her. Í 1967 var ein veikur
jarðskjálvti í Suðuroy, sum fólk í oynni merktu.
Á markinum millum jarðarplátur, eitt nú í Turkalandi, Japan ella við
amerikonsku vesturstrondina, kann ein jarðskjálvti fáa jørðina at skelva
so harðliga, at hús rapa og vegir brotna. Tá støkka ofta gassleiðingar
sundur og elva til nógvan eld. Ofta doyggja fleiri fólk av eldi enn av
rapaðum húsum.
Í londum og býum, har jarðskjálvtar ofta eru, royna tey at verja seg so
væl sum gjørligt. T.d. royna tey at byggja soleiðis, at bygningarnir tola
harðan skjálvta. Tó verða neyvan allir bygningar bygdir soleiðis, sum
teir eiga.
Ein jarðskjálvti kann koma uttan nakra ávaring. Tó eru ofta smáir
skjálvtar undan einum stórum skjálvta. Fyri at kunna ávara fólk so skjótt
sum gjørligt, máta vísindafólk neyvt allar ristingar í jarðarskorpuni. Tey
brúka
seismograf
, eitt málitól, sum er fest í føstu helluna. Seismografurin
er sera viðkvæmur og mátar allar ristingar, sjálvt hinumegin á jørðini.
Hví verða gosfjøll og jarð-
skjálvtar nevndir innaru
kreftirnar í jørðini?
?
I...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...124
Powered by FlippingBook