Landafrøði 1 - page 44

44
JARÐARSKORPAN
Steinar og grót
Fasta hellugrundin í jarðarskorpuni er sum ein hørð skel kring alla
jørðina. Her og har rivnar og loysnar tann fasta hellan, og leysir klettar
og grót verða til.
Hellugrundin er gjørd úr ymsum
grótsløgum
. Í Føroyum eru vanlig­
astu grótsløgini basalt og royðugrót. Grótsløg verða til á ymiskan hátt,
og tí er vanligt at bólka tey soleiðis:
magmagrót
,
legugrót
og
umskapað
grót
. Navnið avdúkar, hvussu grótslagið er vorðið til. Hesum verður
greitt frá á næstu blaðsíðu.
Grótsløg eru sett saman av einum ella fleiri steinsløgum. Í dag vita vit
um eini 4.000 steinsløg, men nýggj leggjast afturat. Tey vanligastu stein­
sløgini á jørðini eita feldspatt og kvarts. Viðhvørt losnar eitt petti av einum
steinslagi úr grótinum og liggur á jørðini sum ein tinna.
Eitt steinslag er so aftur sett saman av einum ella fleiri
grundevnum
.
Vit vita um eini 100 grundevni. Nøkur av teim vanligastu eru
oxygen
(súrevni),
silicium
(kisil), aluminium,
carbon
(kolevni) og metalini jarn
og kopar.
Málmur
er grót, sum hevur í sær so nógv metalrík steinsløg,
at tað loysir seg at útvinna tey.
Kritberg við Étretat fronsku megin
Ermasund. Grótfláirnar eru at síggja
sum týðiligar strikur í berginum. Krit er
poknut kálkgrót og er eitt slag av legu­
gróti. Her hevur havið máað eitt hválv
ígjøgnum bergið.
Steinsløg eru til, sum eru
úr bara einum grundevni,
t.d. diamantur ella reinu
metalini gull og silvur.
Flestu steinsløg eru tó úr
fleiri grundevnum.
I...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...124
Powered by FlippingBook