Landafrøði 1 - page 101

VATNIÐ Á JØRÐINI
101
Næststørst er
Atlantshav
, sum er heimshav við mongum hjáhøvum
ella við mongum smærri havøkjum. Størstu teirra eru Miðjarðarhav
og Karibiahav. Sjálvt Norðsjógvurin og Eystarasalt verða roknað sum
hjáhøv ella smærri havøki.
Í stórum pørtum í Atlantshavi er nógvur fiskur. Harumframt
verða bæði olja og jarðgass fingin úr undirgrundini í Norðsjónum og í
Meksikoflógvanum.
Indiahav
er triðstørsta heimshav á jarðarknøttinum. Undir hav­
botninum í Afrika, India og Avstralia er nógv náttúrutilfeingi, eitt nú
olja og gass. Við strendurnar á Java og Sumatra eru nikkulmálmur og
koparmálmur. Bara við Persaflógva eru tey farin í stórum at gagnnýta
náttúrutilfeingið. Har eru eisini stórar nøgdir av olju og jarðgassi.
Minst er Íshav
Íshav
er minsta havið. Tað hevur mark ímóti norðuramerikanska
meginlandinum og norðaru pørtunum av Evropa og Asia. Um veturin
er nærum alt Íshavið fjalt undir ísi.
Suðurhav
er um alt landaøkið á suðurpólinum. Markið suðureftir
er Antarktis, men norðurmarkið er ógreitt. Í Suðurhavi er ógvuliga
harður streymur, sum verður nevndur Antarktiskistreymurin. Norðan
fyri hendan streymin er munandi heitari enn við Antarktis.
Heitir og kaldir havstreymar
Sjógvurin flytur seg alla tíðina í stórum streymum. Ein streymur, sum
hevur ávísa kós ella rák, nevna vit
havstreym
. Vindur og jarðarsnúning­
urin seta gongd á streymin. Sólin vermir luftina og setur gongd í vind­
in.
Køldu havstreymarnir
føra kaldan sjógv við sær frá póløkjunum
móti miðkringinum.
Heitu havstreymarnir
føra heitan sjógv við sær frá
miðkringinum til póløkini.
Golfstreymurin
, sum er heitur havstreymur, fer fram við Føroyum
og Noregi. Heiti sjógvurin stavar frá eysturstrondini í Norðuramerika,
og fer um Atlantshav, áðrenn hann kemur til Noregs. Golfstreyminum
fyri at takka hava vit temprað veðurlag í Skandinavia, hóast vit eru
langt norðuri á jørðini.
Tá ið vit tosa um heitan og kaldan sjógv, hugsa vit um hitan ovarlaga
í sjónum. Á stórum dýpi er hitin ongantíð meir enn nøkur fá stig, tí
sólarhitin røkkur ikki so djúpt. Í djúparu pørtunum í havinum, m.a. í
Atlantshavi, eru kaldir djúphavsstreymar.
I...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...124
Powered by FlippingBook