Landafrøði 2 - page 146-147

Jørðin um náttina,
sæð úr rúmdini
Myndin er sett saman av fylgi-
sveinamyndum, tí tað er ikki nátt
samstundis á allari jørðini. Ljósið
hevur fingið ymiskan lit, alt eftir,
hvaðan tað stavar. Tað gula ljósið
vísir á fjølbygd øki. Tað reyða ljósið
er frá plássum, har olja verður
útvunnin. Tað ljósareyða ljósið
vísir skógir ella annan gróður, sum
brennur. Á sjónum nærindis Japan
sæst eitt grønt ljós, sum kemur av
stórum skipum, ið fiska høgguslokk.
Tað bláa ljósið yvir Kanada og
Grønlandi er norðlýsi.
I...,135,136,137,138,139,140,141,142,143,144 148
Powered by FlippingBook