Landafrøði 2 - page 136

136
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
leggja størri dent á tekniskar loysnir enn á, hvat menniskjum tørvar.
Tað er so ymiskt, hvørjar fortreytir fólk hava, og hvat teimum tørvar.
Menn, kvinnur, børn og gomul hava ikki øll sama tørv, tá tað snýr
seg um bústað, flutning og tænastur. Hvar er til dømis betri at byggja
eitt ellisheim og røktarheim, mitt í býnum ella uttan fyri býin? Verða
vegirnir fyrst og fremst ætlaðir til bilferðslu ella bussferðslu? Hvat nú,
um bústaðarøki og skúli eru hvør sínumegin ein veg við nógvari ferðslu?
Ferðsla og flutningur
Tað hevur stóra ávirkan á fólk kring allan heim, hvørjar loysnir verða
valdar til ferðslu og flutning. Flestallir stórbýir eru darvaðir av, at tað
er trongligt á vegunum, langar bilrøðir og ring luft. Bilrøðirnar gera, at
dýrabar tíð fer fyri skeyti. Tað er bæði galdandi fyri hvønn einstakan og
fyri fyritøkurnar, sum skulu veita tænastur og vørur.
Hvussu skulu býarætlanirnar so vera, fyri at tað skal gerast lættari
at koma fram og at fáa eitt betri umhvørvi í býunum? Í nógvum býum
er ein væl útbygd tokferðsla undir jørð, undirgrundarbreytir, umframt
onnur almenn samferðsla. Men kortini eru tað motorvegirnir, sum eru
farnir við teimum størstu upphæddunum.
Ein amerikansk kanning vísir, at hvør nýggjur bilur krevur 730
fermetrar av lendi til vegir og parkeringspláss. Tað merkir, at lendi til
støddar sum ein fótbóltsvøllur fer til hvørjar 8–9 nýggjar bilar. Mangan
er tað landbúnaðarjørð, sum verður brúkt, tí hon er sløtt framman­
undan, og vatnið er leitt burtur.
Eisini í Tórshavn veksur kravið um nýggjar ferðsluleiðir, sum
Tá ættin ikki var sum væntað
Í Selebi-Pikwe í Botsvana sunnarlaga í Afrika var nógv kopar og nikkul
funnið í jørðini. Har varð farið undir námsvinnu, og í tí sambandi varð
bygdur ein nýggjur býur við býarpørtum, har stjórar skuldu búgva
einastaðni og arbeiðarar eina aðra staðni. Tey, sum gjørdu býarskipanina,
vistu, at námsídnaðurin fór at hava luftdálking við sær. Ætlanin var,
at stjórarnir skuldu búgva har, sum teir ikki fóru at verða órógvaðir av
roykinum úr teimum stóru skorsteinunum.
Eingin hevði kannað veðurlagið í Selebi-Pikwe, so tey, sum gjørdu
býarskipanina, nýttu upplýsingar um veður og vind, sum tað var í einum býi
har nærindis. Seinni vísti tað seg, at veðrið var heilt øðrvísi í Selebi-Pikwe.
Har var ættin sum oftast beint øvut. Tí vóru tað stjórarnir, summáttu búgva
har, sum luftin var ring, og námsarbeiðararnir búðu har, sum luftin var
nógv betri!
I...,126,127,128,129,130,131,132,133,134,135 137,138,139,140,141,142,143,144,146-147,...148
Powered by FlippingBook