Landafrøði 2 - page 141

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
141
Fólkaatkvøða um framtíðina hjá Vestursahara
ST hevur avgjørt, at ein fólkaatkvøða skal verða um
framtíðina hjá Vestursahara. Men hon er ofta útsett.
Spurningurin er, hvør skal hava rætt at atkvøða,
um landið skal verða sjálvstøðugt ella partur
av Marokko. Hvør skal hava atkvøðurætt?
Tey, sum búgva í flóttalegum uttan fyri
landið? Tey, sum búðu í landinum, tá
ið kríggið brast á? Tað, sum er hent í
Vestursahara, er bara eitt dømi um, at
søgan hevur nógv at týða, og at tilvild-
arlig mørk, sum vórðu sett fyri langari
tíð síðan, framvegis hava álvarsamar
avleiðingar.
Minniluti í egnum landi
Fólk úr Vestursahara, sum vórðu verandi í
landinum, eru nú ein minniluti. Nógv fólk eru flutt
hagar úr Marokko, og tey verða vard av túsundtals her-
monnum. Marokko hevur bygt ein sterkan verjugarð
gjøgnum oyðimørkina summark millum tann partin av
Vestursahara, har Marokko hevur ræðið, og tann partin,
har fólkið úr Vestursahara kann ferðast frítt. Landminur
og vakmyndatól gera, at tað er so at siga ógjørligt at
sleppa um verjugarðin.
Í Marokko siga tey, at Vestursahara er ein partur
av einum søguligum Stór-Marokko. Tey halda,
at longu fyri fleiri hundrað árum síðan vóru
londini nær knýtt hvørt at øðrum. Men tað
hevur ikki minni at siga fyri Marokko, at í
sjónum úti fyri Vestursahara er nógvur fisk-
ur at fáa, og í landinum ber til at útvinna
stórar nøgdir av fosfati (ið millum annað
verður nýtt at gera handilstøð).
Altjóða atfinningarnar móti Marokko
hava ikki verið so ógvisligar. Helst er tað, tí at
nógv lond hava stóran áhuga í fosfatinum og
fiskiríkidøminum í landinum. Ein onnur orsøk er, at
máttmikil lond sum USA og Frakland leggja størri dent á
at hava trygg viðurskifti í Marokko, heldur enn at fólkið í
Vestursahara fær sjálvstýri.
I...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,146-147,148
Powered by FlippingBook