Landafrøði 2 - page 137

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
137
rutigt
Veitst tú nøkur dømi um
byggiætlan, samferðslu-
ætlan ella aðrar ætlanir
í samfelagnum, har sum
tú býrt?
Er nakað, sum tú kanst
gera fyri at ávirka tær
ætlanir, sum verða gjørdar
í samfelagnum?
?
Ongar bilrøðir í Singapor
Í Singapor mugu bilførarar gjalda fyri at sleppa at koyra á vegunum í
býnum. Kostnaðurin er ymiskur, alt eftir nær á degnum tað er. Soleiðis ber
til at stýra ferðsluni, so at bilrøðirnar ikki verða so langar. Býurin hevur
eisini nútímans ferðsluskipan við undirgrundarbreytum og bussum.
vónandi skulu gera, at bilrøðirnar minka. Summir politikarar hugsa
sær betri og fleiri ringvegir og innkomuvegir, ið skulu gera tað lættari
hjá bilunum at koma fram. Men onnur finnast at hesum og vísa á, at
tað fær bara enn fleiri bilar at troka seg saman í gøtunum. Tey halda tað
vera betri at seta eina skipan við bummgjaldi í verk, so at fólk seta bilin
uttan fyri býin og heldur koyra við bussi inni í býnum. Skipanir sum
hendan eru longu settar í verk í nógvum býum fyri at tálma ferðsluni í
miðbýnum. Og í Havn er ókeypis at koyra við býbussunum; eitt tiltak,
sum kommunan hevur sett í verk at minka bilferðsluna.
Í Valencia í Spania er bygdur ein
nýggjur býarpartur við bygningum til
mentan og vísindi. Politikararnir og
tey, sum gera býarskipanir, vóna, at
hesin nýggi býarparturin skal draga
ferðafólk at sær, umframt fyritøkur
og handilsfólk.
I...,127,128,129,130,131,132,133,134,135,136 138,139,140,141,142,143,144,146-147,148
Powered by FlippingBook