Landafrøði 2 - page 127

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
127
Hjálond gerast sjálvstøðug
Í 1776 tóku Sameindu statirnir í Amerika sjálvstýri frá Bretlandi. Fyrst
í 19. øld vórðu tey sponsku og portugisisku hjálondini í Amerika sjálv­
støðug lond. Í Asia og Afrika lótu hjálandaveldini ikki hjálondini frá
sær fyrr enn eftir seinna heimsbardaga, sum endaði í 1945.
Nú á døgumeru so at siga øll gomul hjálond vorðin sjálvstøðugir statir.
Nógv teirra hava tó framvegis sterk bond við fyrrverandi móðurlandið
í Evropa. Og flestu teirra liva framvegis av at flyta út rávørur til rík
lond. Men í longri tíð er prísurin á rávørum fallin, og samstundis mugu
londini gjalda meira fyri tær ídnaðarvørurnar, sum tey flyta inn. Nógv
fyrrverandi hjálond hava stóra skuld og mugu gjalda bankum í Evropa,
Norðuramerika og Japan høga rentu. Nógv teirra eru eisini bundin av
hjálparveitingum frá teimum ríku londunum. Tað, at bundinskapurin
soleiðis heldur fram, verður ofta nevnt
nýkolonialisma.
Angola hevur verið í støðugum
kríggi til fyri kortum. Ymsir bólkar
í landinum hava kríggjast ímóti
fyrrverandi hjálandaveldinum
Portugal. Bólkarnir vórðu stuðlaðir
av ymiskum londum, sum sóu sær
ein møguleika at fáa lut í tí stóra
náttúruríkidøminum í Angola.
Úrslitið er, at landið er sundursorað,
og at fólkið hevur verið fyri
stórum líðingum, millum annað av
landminum.
I...,117,118,119,120,121,122,123,124,125,126 128,129,130,131,132,133,134,135,136,137,...148
Powered by FlippingBook