Landafrøði 2 - page 118

118
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Ymiskar mentanir í sama landi
Onkur heldur kanska, at øll fólk í sama landi tosa sama mál og hava
somu trúgv. Men sum oftast er hetta als ikki so. Í flestøllum londum
búgva ymiskir fólkabólkar, sum hava hvør sína mentan, mál og trúgv.
Hetta sæst týðiligast í Afrika. Har eru næstan eingi landamørk gjørd
eftir, hvørjari mentan fólk hoyra til.
Meginparturin av teimum landamørkum, sum nú eru, eru komin
í lag í 20. øld. Kríggj, hjálandastevna og eisini friðarligar avtalur hava
havt við sær nýggj landamørk og nýggjar statir. Í Evropa eru bara nøkur
fá lond, hvørs landamørk hava verið óbroytt seinastu hundrað árini;
teirra millum eru Noreg, Svøríki, Sveis, Spania og Portugal.
Stakríki
Summi lond verða nevnd
sambandsríki
. Har er rætturin at taka avgerðir
lutaður sundur millum eitt miðsavnað vald og ymisk
stakríki
. Eitt dømi
er USA við sínum 50 stakríkjum, ið verða nevnd
statir
. Onnur dømi eru
Týskland, har tað eru 16 stakríki, ið eita
Bundesländer
, og Sveis, sum er
býtt sundur í 26 stakríki, ið hvørt verður nevnt ein
Kanton
.
Kommunur
Flestøll lond eru býtt sundur í smærri øki, sum eru sjálvstýrandi á
ymiskum stigum. Mátin at skipa økini er sera ymiskur úr einum landi í
annað. Í Føroyumhava síðan 2009 verið 30 kommunur, men ætlanir eru
um at minka talið niður í 7 ella 9. Í Danmark eru 5 landslutir,
regiónir
,
við til samans 98 kommunum. Frakland er skipað í 26 landslutir, ið eru
býttir sundur í 95 departement við um leið 36.800 kommunum.
Í Føroyumer kommunanein týdningarmikil eind. Býráðogbygdaráð
avgera millum annað, um skúlin skal byggjast út, hvussu drekkivatn
verður útvegað og reinsað, og hvat skal gerast við burturkast. Føroyar
eru eisini skipaðar í 6 sýslur. Tað eru umsitingarligar eindir. Politiskar
avgerðir verða ikki tiknar í sýslunum. Tað er ymiskt úr einum landi
í annað, hvørjar avgerðir verða tiknar í kommunum, landslutum ella
landastjórn.
Til dømis hoyra sjúkrahús og umhvørvisvernd í Føroyum undir
landið, men í Danmark hoyra tey til uppgávurnar hjá landslutunum.
Smáar og stórar
kommunur í Føroyum
(Fólkatal 1. januar í 2014)
Stórur munur er á støddini á
kommunum, bæði viðvíkjandi
vídd og fólkatali.
Tann størsta kommunan er
Tórshavnar kommuna. Hon
er 173 km
2
til víddar, og har
búgva 19.987 fólk.
Tann minsta kommunan í vídd
er Skopunar kommuna, sum er
9 km
2
. Har búgva 456 fólk.
Minsta fólkatalið er í Fugloyar
kommunu. Har búgva 42 fólk,
og víddin er 11 km
2
.
Í teimum kommunum,
har fæst fólk búgva, eru
einans 3–5 fólk fyri hvønn
ferkilometur. Í Tórshavnar
kommunu búgva 116 fólk fyri
hvønn ferkilometur.
I...,108,109,110,111,112,113,114,115,116,117 119,120,121,122,123,124,125,126,127,128,...148
Powered by FlippingBook