Landafrøði 2 - page 117

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
117
Eitt dømi um eitt innlendisøki er Alaska, sum hoyrir til USA, men
er skilt frá móðurlandinum av kanadiskum landøki. Eitt annað dømi
er í Kirgisia. Í Kirgisia eru seks smá innlendisøki, sum hoyra til granna­
londini Tadsjikistan og Usbekistan. Tað minsta av teimum er bara ein
einstakur býur.
Hvat merkja orðini?
Orðið
land
verður ofta brúkt í somu merking sum orðið
statur
. Ein statur
ella eitt land er eitt sjálvstýrandi landøki.
Ein
tjóð
er eitt fólk, ið kennir seg sameint við felags máli, mentan og
søgu, og sum ofta hevur sítt egna landøki.
Eitt
ríki
kann vera eitt land, ein statur ella ein tjóð.
Orðið
hjáland
verður brúkt um eitt landøki, sum ikki er sjálvstýrandi,
men sum verður stýrt av einum øðrum stati.
Lond, sum ikki eru sjálvstøðug
Nøkur lond kring heimin hoyra til onnur lond og eru so statt ikki
sjálvstøðug. Flestu teirra eru smáar oyggjar. Men talan er eisini um stór
lond, so sum Grønland, Vestursahara og Franska Gujana.
Summi lond, ið ikki eru sjálvstøðug, hava eitt ávíst sjálvstýri. Grøn­
land og Føroyar, sum hoyra undir Danmark, hava til dømis hvørt sær
heimastýri og kunnu sjálv taka avgerðir innan fyri ávís mørk. Onnur
lond hoyra fult og heilt til móðurlandið og kunnu als ongar avgerðir
taka sjálv. Avgerðirnar verða tiknar í stýrandi landinum, og tað kann
vera langt burtur, kanska hinumegin jørðina. Til dømis verður Franska
Gujana stýrt úr París í Fraklandi.
Onnur londverða viðhvørt nevnd tjóðir,men tey eru ikki sjálvstøðugir
statir. Eitt dømi er Kurdistan, ið er heimlandið hjá kurdiska fólkinum.
Kurdiska tjóðin fevnir um øki í seks ymiskum londum. Eitt annað
dømi er Baskaland, sum er báðumegin markið millum Frakland og
Spania.
Svartahav
K
a
s
p
i
s
k
a
h
a
v
TURKALAND
IRAN
IRAK
SÝRIA
ASERBADJAN
ARMENIA
Tigris
Kurdistan
E
v
f
r
a
t
GEORGIA
Kurdistan - ein
tjóð, men eingin
statur.
I...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...148
Powered by FlippingBook