Landafrøði 2 - page 110

110
ORKA
og umhvørvi vandamikið geislavirkni á seg. Tað kann krevja nógv
mannalív og gera, at eingin aftur kann búgva har í nánd. Álvarsamasta
kjarnorkuvanlukkan var í 1986 í Tjernobyl í Ukraina. Í sambandi við
ein jarðskjálvta í Japan í 2011 fekk kjarnorkuverkið í Fukushima stóran
skaða, og tað elvdi til eina umhvørvisvanlukku.
Tá ið el verður gjørt á kjarnorkuverkum, skal beinast fyri
geislavirknum burturkasti. Tilfarið er vandamikið í fleiri túsund ár. Tí
má tað verða goymt soleiðis, at tað ikki kemur í samband við menniskju,
vind ella vatn.
Tey, sum arbeiða við at høgga uranmálm í námunum, eru í vanda
fyri geislavirkni, og tað er somuleiðis skaðiligt fyri umhvørvið har.
Vandarnir í sambandi við kjarnorku hava elvt til, at fleiri lond hava
gjørt av at lata síni kjarnorkuverk aftur so við og við. Japan ætlar at
steingja tað seinasta kjarnorkuverkið í 2040, og Týskland ætlar at
gevast við kjarnorku í 2022. Men tað er ikki vist, at tað fer at bera til,
tí enn er óvist, hvaðan orkan so skal koma. Í Svøríki fóru tey undir at
lata kjarnorkuverk aftur, men góvust við tí, og enn er eingin endalig
avgerð tikin har.
Nýggjar orkukeldur í staðin fyri tær,
sum ikki kunnu verða endurnýggjaðar
Tær orkukeldurnar, sum ikki kunnu verða endurnýggjaðar, verða
einaferð uppi. Og tær hava stórar trupulleikar fyri umhvørvið við sær.
Samstundis veksur tørvurin á orku kring allan heim. Tí eru nógv,
sum arbeiða við at finna fram til nýggjar orkukeldur, sum kunnu
verða endurnýggjaðar, og sum ikki elva til útlát. Ein máti er at nýta
fusiónstilgongdir
, men tøknin er ógvuliga kostnaðarmikil og er ikki
kominnóg langt enn. Í einari fusiónstilgongdverða atomkjarnar bræddir
saman í staðin fyri at verða kloyvdir, sum í einum kjarnorkuverki. Ein
annar máti, sum enn er á royndarstigi, eru
brennikyknur
, sum kunnu
gera el burtur úr hydrogen.
Tær varandi orkukeldurnar, har tær týdningarmestu eru vatnorka,
vindorka og sólorka, verða nógv mentar í hesum árum. Enn er tó langt
á mál, til øll tann orkan, sum menniskjum tørvar, kann verða útvegað
úr varandi orkukeldum. Vit vita ikki, um bilar í framtíðini fara at nýta
etanol ella rapsolju sum brennievni, um teir fara at nýta el-orku frá til
dømis vindmyllum - ella um tað als ikki fer at bera til at hava bilferðslu,
soleiðis sum vit nú hava.
Arandis í Namibia er eitt av
heimsins størstu urannámum.
I...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...148
Powered by FlippingBook