Landafrøði 2 - page 102

102
ORKA
Botni í Suðuroy. Her verður vatnið í áunum savnað í byrgingar, haðan
tað rennur gjøgnum rør oman til orkuverkini. Hesi seinastu árini er
vatnorkan nógv útbygd.
Tað eru tey, sum halda, at vatnorkan í verðini átti at verið útbygd
enn meira og enn skjótari. Tey meta, at vatnorka er ein orkukelda,
sum er góð fyri umhvørvið, tí her er einki útlát av skaðiligum evnum
í luftina. Onnur halda harafturímóti, at náttúran verður oyðiløgd í
teimum økjum, har vatnorka verður útbygd. Vatngoymslurnar kunnu
vera fleiri hundrað kilometrar langar, og stór øki verða løgd undir vatn.
Túsundtals fólk og dýr noyðast at flyta. Samstundis verða áarlegurnar
turrar, og natúrligir fossar hvørva.
Vindorka
Eins og vatnorka er vindorka varandi orkukelda. Nógvastaðni kring
heimin hava vindmyllur havt stóran týdning til at mala korn ella
pumpa vatn.
Vindmyllur hava veingir, sum fara at mala av vindinum. Veingirnir
draga ein generator, sum ger el.
Skal nógv el-orka verða gjørd við vindorku, so krevur tað nógvar
vindmyllur. Summi halda, at tær nógvu vindmyllurnar órógva lands­
lagið, dýralívið og fuglalívið. Ofta verða vindmyllur settar upp úti á
sjónum, tí har er meiri vindur enn á landi. Hildið verður, at tær har
órógva umhvørvið sum minst.
Danmark er undangonguland viðvíkjandi vindorku. Har stavar
um leið ein fimtapartur av el-framleiðsluni frá vindmyllum. Eisini
aðrastaðni í heiminum verður vindorkan nógv útbygd í hesum árum;
serliga í Evropa, USA, Kina og India.
Í Føroyum hava vindmyllurnar higartil bara framleitt ein lítlan part
av el-orkuni, men við nýggjum myllum og nýggjari tøkni ber nú til at
fara upp um 10 prosent av ársframleiðsluni og upp um 20 prosent av
løtuframleiðsluni. Ætlanir eru um at útbyggja vindorkuna enn meira.
Sólorka
Sólin sendir alla somlu tíðina ófatiligar nøgdir av orku úr sær. So at siga
øll orka, sum menniskju brúka, kemur upprunaliga úr sólini.
Tað eru fleiri ymiskir mátar at nýta hitan og ljósið frá sólini beinleiðis
sum orkukeldur. Við einum
sólfangara
ber til at hita vatn og síðan
at leiða tað í radiatorar ella brúka tað beinleiðis sum heitt vatn. Við
einum
sólpaneli
, sum er sett saman av sólkyknum, ber til at framleiða
Hvussu verður tann orkan
framleidd, sum tú brúkar, til
dømis tá ið tú koyrir við bussi,
gert mat ella fert í bað?
Stavar hon frá varandi
orkukeldum ella frá orku-
keldum, sum einaferð verða
uppi?
?
Vindmylla í Neshaga
I...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...148
Powered by FlippingBook