Landafrøði 2 - page 96

VIT STEÐGA Á:
Alheimsgerð
Vit liva í einari alheimsgjørdari verð Framleiðsla av
ymiskum vørum umframt keyp og søla eru týðandi partar
av hesum heimi Við flogfari kunnu vit eftir fáum tímum
koma fram til fjarløgd lond Tað hevur eisini við sær, at
vørur kunnu koma skjótt fram landanna millum Við at
brúka internetið ber til at keypa og selja alt samdøgrið,
hóast tíðarmunir Tað er altíð onkur, sum er vakin, og
pengarnir verða fluttir gjøgnum teldur
Einar kovboybuksur - ellivu lond
Einar kovboybuksur kunnu vera gjørdar úr lutum úr ellivu ymiskum londum.
Messingknapparnir eru gjørdir úr kopari úr Namibia og sinki úr Avstralia.
Bummullin til kovboytoyið er úr Benin, men toyið til lummarnar er vovið
úr bummull úr Pakistan. Snarlásið er gjørt í Japan úr tilfari úr Fraklandi, og
tráðurin er tilvirkaður í Norðurírlandi. Buksurnar eru vaskaðar við pimpsteini
úr Turkalandi, so tær síggja slitnar út. Tær eru litaðar í Italia við eftirgjørdum
litevni úr Týsklandi. Kovboybuksurnar eru seymaðar á verksmiðju í Tunesia.
Einar kovboy-
buksur kunnu
vera eitt dømi
um alheimsgerð.
Ein kona, sum hentar
bummull í Benin,
forvinnur um leið
10 krónur um dagin,
og seymikonan í
Tunesia fær um leið
10 krónur um tíman.
Buksurnar verða seldar
í Bretlandi fyri um
leið 300 krónur.
96
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
I...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...148
Powered by FlippingBook