Landafrøði 2 - page 87

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
87
Metalídnaður
Til metalídnaðin hoyra nógv ymisk sløg av ídnaði, har arbeitt verður
við øllum sløgum av metalum, til dømis jarni, gulli, nikkli, kopari og
aluminiumi. Fyritøkurnar eru ofta nær við har, sum rávørurnar eru at
finna. Ein treyt fyri metalídnaði er, at nógv og bílig orka er tøk. Flestu
metal eru at finna í jørðini sum partur av málmi, og tað krevur nógva
orku at bræða málmin, so at tey reinu metalini verða skild frá. Hesi
seinastu tjúgu árini hevur møguleikin fyri bíligari arbeiðsmegi eisini
havt nógv at siga, tá iðnýggjar fyritøkur eru stovnaðar ímetalídnaðinum.
Í Evropa hevur jarn og stál verið framleitt í fleiri hundrað ár. Í
1950-árunum og 1960-árunum batnaðu lívskorini í Evropa og USA.
Tá bar til at byggja nógv fleiri vegir, bilar, bátar og hús. Til hetta
skuldi brúkast nógv stál, og ferð kom á framleiðsluna av stáli. Men í
1970-árunum minkaði eftirspurningurin í stórum. Nógvar fyritøkur
í stálídnaðinum lótu aftur. Samstundis vaks kappingin frá londum
í Suðuramerika og Asia. Har var nýggjur stálídnaður í ferð við at
mennast. Har kundu tey gera nógv bíligari stál, millum annað tí at
arbeiðsmegin í hesum londum var nógv bíligari enn í Evropa og USA.
Flótandi stál rennur úr bræðingarovninum
í einum stálvirki í Katowice í Póllandi.
I...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...148
Powered by FlippingBook