Landafrøði 2 - page 97

Framleiðslan av kovboybuksum
Fyrst verður avgjørt, hvussu klæðini
skulu síggja út. Flestu klædnasniðgevar
arbeiða í Evropa og USA. Har eru eisini
flestar útbúgvingar í at sniðgeva klæði.
Toyið verður ofta tilvirkað í Asia,
tí at lønirnar eru lágar har. Tey flestu
klæðini verða eisini seymað har. Tá ið
lønirnar eru lágar, kostar tað ikki so
nógv at framleiða klæði og toy. So verða
klæðini ikki so dýr. Síðan verða klæðini
flutt aftur til Evropa og Norðuramerika,
tí har verða mest klæði seld. Tey, sum
arbeiða við at gera lýsingar fyri klæði,
arbeiða sum oftast eisini í Evropa og
Norðuramerika.
Langur flutningur
Í flestøllum ídnaðargreinum er tað
soleiðis, at framleiðslan er býtt út á
ymisk lond kring heimin. Tað hevur
við sær nógvan vøruflutning millum
heimspartar. Flutningur elvir til útlát av
vakstrarhúsgassi. Tí eru nógv, sum halda,
at vit eiga at minka um vøruflutningin,
serliga tann við flogførum og lastbilum, so
at broytingarnar í veðurlagnum ikki verða
so ógvisligar.
Harafturímóti siga onnur, at flutning-
urin er neyðugur. Nú á døgum eru so at
siga øll lond bundin hvørt av øðrum og
av at kunna keypa og selja vørur. Um ein
búskaparkreppa tekur seg upp í India,
har nógv toy og klæði verða tilvirkað,
so ávirkar tað klædnamarknaðin í allari
verðini. Tá ið eftirspurningurin eftir kjøti
og hveiti veksur í Kina, verða prísirnir í
allari verðini ávirkaðir. Vit liva øll í somu
verð.
Kovboybuksur verða seldar
kring allan heim.
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
97
I...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...148
Powered by FlippingBook