Landafrøði 2 - page 98

98
ORKA
Turkað neytatøð eru ein týðandi orkukelda hjá nógvum fólkum í India.
Fólk heingja neytatøðini upp á veggin at turka.
Orka
Hvussu møguleikarnir eru at útvega orku hevur stóran
týdning fyri, hvussu fólk liva í einum landi, og hvør
framleiðsla kann vera har. Oljufundir kunnu geva
stórar inntøkur, sum kunnu betra lívskorini hjá fólki.
Atgongd til kol ella vatnorku kann gera, at tað ber til
at hava ídnað, sum kann geva fólki arbeiðspláss og
inntøkur. Men samstundis sum vit gagnnýta orku,
kann tað hava skaðilig árin á landslagið og umhvørvið.
Tá ið olja ella kol verður brent, veksur útlátið av
vakstrarhúsgassi í atmosferuna. Kolanám og onnur
nám kunnu til dømis gera stór sár í landslagið. Har,
sum uran verður brotið, er vandi fyri, at mold og
grundvatn verða eitrað.
Orka skal til
Orka verður brúkt til næstan alt virksemi í samfelagnum. Orka
verður brúkt at hita hús, at gera mat, at velta jørðina, til ljós og
flutning og til at gera ymsar vørur. Orkan kann vera megin í
menniskjakroppinum, í einum dráttardýri, til dømis rossi, ella í
einum bensinmotori. Orkukeldan kann vera olja - ella maturin,
sum vit ella dýrið etur.
I...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...148
Powered by FlippingBook