Landafrøði 2 - page 88

88
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Bilídnaðurin og flutningsbandið
Táiðídnaðurinfórundiratgeravøruráflutningsbandi,varðframleiðslan
bæði skjótari ogmunadyggari. Tey fyrstu flutningsbondini, eisini nevnd
samlibond, vórðu tikin í nýtslu longu í 1830-árunum í fyritøkum í USA,
sum pakkaðu kjøt. Í byrjanini av 20. øld fóru bilverksmiðjurnar hjá
Ford í USA undir at nýta flutningsbond. Arbeiðið við flutningsbandi
fer soleiðis fram, at hvør arbeiðari ger bara ein lítlan part av tí arbeiði,
sum skal til fyri at gera lutin, sum til dømis kann vera ein bilur. Bilurin,
sum er í gerð, verður so fluttur við flutningsbandinum víðari til tann
næsta arbeiðaran, sum so ger sín part av arbeiðinum. Áður var tað so, at
allir arbeiðsmenninir vóru við til at gera næstan allan bilin. Nú vórðu
bilarnir hjá Ford settir saman av lidnum lutum. Í fyrstani var bara eitt
modell at fáa, og bara ein litur, sum var svart.
Hesin nýggi mátin at gera bilar kollvelti alla ídnaðarframleiðslu.
Nógv onnur sløg av ídnaði fóru at brúka hendan mátan, sum byrjaði
hjá Ford.
Nú á døgum skulu nógv ymisk fólk til at gera ein bil
Síðan dagarnar hjá Ford er nógv hent í bilídnaðinum. Á einari bilverk­
smiðju verða teir einstøku lutirnir framvegis settir saman til ein bil,
men meginparturin av tí arbeiðinum verður nú gjørt av maskinum.
Einstøku lutirnir verða gjørdir á ymiskum verksmiðjum, og tær kunnu
vera í hvør sínum landi, kanska langt burturi frá tí verksmiðjuni, har
Ein bilsniðgevi arbeiðir við at
tekna nýggj snið av bilum.
Hvørjar fortreytir skulu
vera til staðar, fyri at ein
ídnaður kann mennast?
?
I...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...148
Powered by FlippingBook