Landafrøði 2 - page 81

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
81
Ymiskir møguleikar kring heimin
Í ríkum londum hava fólk flest atgongd til góðan flutning. Har er gott
veganet og oftast eisini jarnbreytir, nógvar stórar havnir og ein hópur av
flogvøllum. Nógv fólk hava ráð at hava ein ella kanska tveir bilar. Hjá
teimum, sum búgva aðrastaðni enn í býunum, er ofta neyðugt at eiga
bil. Men alt hetta hevur eisini havt trupulleikar við sær, so sum tætta
ferðslu, langar bilrøðir og útlát av skaðiligum evnum í luftina.
Tey, sum búgva í fátækum londum, hava ikki somu góðu møguleikar
fyri flutningi. Í teimum stóru býunum og rundan um teir er ofta ein
góð flutningsskipan. Men úti á bygd er flutningur vanliga ein stórur
trupulleiki. Vegirnir eru mangan fáir og í ringum standi. Kanska
kunnu teir als ikki brúkast, tá ið tað regnar. Bara heilt fá fólk hava ráð
at hava bil. Bussarnir eru gamlir og koyra sjáldan. Heldur ikki er nóg
mikið av lastbilum at flyta vørurnar.
Hvussu nógvar tímar um vikuna brúkar tú til at flyta teg
úr einum stað í annað?
Á hvønn hátt kemur tú fram - til gongu, á súkklu, við bili, bussi ella ferju?
Hvat skal til, fyri at tú kanst sleppa aftur og fram upp á
hesar ymisku mátarnar?
?
Ein bussur hevur rent seg fastan
norðan fyri Maputo í Mosambik.
I...,71,72,73,74,75,76,77,78,79,80 82,83,84,85,86,87,88,89,90,91,...148
Powered by FlippingBook