Landafrøði 2 - page 74

74
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Fortreytir fyri vinnulívi
Fyri at menna eitt blómandi vinnulív mugu nógvar fortreytir vera til
staðar, fyrst og fremst rávørur av ymsum slag. Rávøra kann til dømis
vera olja, skógur, dyrkilendi, málmur ella fiskur. Tá ið rávøran skal verða
arbeidd til lidna vøru, krevjast fólk, sum hava skil fyri hesum. At byggja
verksmiðjur og skrivstovur kostar pengar. At reka virki og skrivstovur
krevur orku.
Í einari fyritøku, sum býður fram tænastur, eru kunnleiki og persón­
ligir eginleikar hjá starvsfólkunum tað týdningarmesta tilfeingið.
Bretland - fyrsta ídnaðarland í verðini
Seinast í 18. øld kom ferð á menningina av ídnaðinum í Bretlandi, har
tær fyrstu stóru fabrikkirnar vórðu bygdar. Serliga tann enski klædna­
ídnaðurin tók dik á seg, tá ið maskinur komu, sum kundu spinna og
veva.
Í Bretlandi var nógv til av jarnmálmi og steinkoli. Hetta vóru tvær
týðandi rávørur, sum skuldu til fyri at gera jarn og seinni stál. Kolið var
eisini brúkt sum brenni í dampmaskinunum á fabrikkunum.
Jarnmálmur og steinkol vóru at finna nær saman, og tað bar í sær, at
tey sluppu undan dýrum og tvørligum flutningi, áðrenn framleiðslan
kundi fara í gongd.
Í Bretlandi var somuleiðis nógvur tøkur kapitalur, tað eru pengar,
sum kundu verða brúktir til at byggja verksmiðjur. Ein onnur fortreyt
fyri ídnaði er arbeiðsmegi, og henni var nóg mikið av um hetta mundið.
Í 18. øld mentist landbúnaðurin í
Bretlandi skjótt. Tað hevði við sær,
at alt færri fólk skuldu til at fram­
leiða tann matin, sum tørvur var á
í landinum. Nógv av teimum, sum
høvdu arbeitt í landbúnaðinum,
vórðu arbeiðsleys og kundu í staðin
arbeiða á fabrikkunum. Harum­
framt vaks fólkatalið skjótt í Bret­
landi, og so statt vóru enn fleiri,
sum kundu fara til arbeiðis.
Alt hetta vóru fortreytir fyri, at
Bretland var tað fyrsta landið, har
ídnaðurin kom fyri seg.
Jarnbreytin hevði stóran týdning fyri
ídnaðin. Ffestinog Railway í Wales
í Bretlandi fór longu í 1836 undir at
flyta rávøru frá upprunastaðnum til
havnirnar. Tokini á hesari jarnbreytini
koyra framvegis, men nú eru tað
ferðafólk, sum vera flutt.
I...,64,65,66,67,68,69,70,71,72,73 75,76,77,78,79,80,81,82,83,84,...148
Powered by FlippingBook