Landafrøði 2 - page 70

70
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
VIT STEÐGA Á:
Ein býur í broyting
Summir býir vórðu grundaðir fyri fleiri túsund árum síðan og eru
so við og við vaksnir til tað, sum teir nú eru. Í Damaskus, Róm ella
Meksikobýi hevur søgan lagt eftir seg leivdir í býunum, og tann, sum
grevur og leitar, finnur slóðir úr fornum døgum. Nakrir býir, sum
einaferð vóru stórir, eru nú horvnir, til dømis Angkor Wat í Kambodja
og Anhilwada í India. Í besta føri eru teir til enn sum ferðamál. Aðrir
gamlir býir eru blivnir verandi smáir og ókendir, og nýggir býir, sum
eru íkomnir nær við nám ella jarnbreytir, eru vorðnir kendir. Býir
kunnu hava ymiska útsjónd og mennast á ymsan hátt.
Her er tó ikki talan um ein vanligan stórbý. So at siga
alt er nýtt, og her er heimsins hægsta og dýrasta gist­
ingarhús, heimsins hægsti bygningur, Burj Dubai, sum
er 818 m høgur. Og so er eisini heimsins longsta innan-
dura skíðibrekka!
Eitt, sum er sermerkt fyri Dubai, eru oyggjarnar, sum
eru gjørdar í sjónum úti fyri býnum. Tríggjar teirra eru
skapaðar sum pálmar. Ein oyggjahópur við nógvum
smáum oyggjummyndar eitt kort yvir alla jørðina. Á
oyggjunum standa hús, har tey veruliga ríku fólkini
búgva.
Hvussu bera tey seg at við at byggja alt hetta? Tað
byrjaði við oljuni. Sameindu Emirríkini eru eitt olju-
land, eitt tað ríkasta í verðini. Men oljan verður eina-
ferð uppi, og í Dubai valdu tey at brúka inntøkurnar
frá oljuni at gera býin til ein handilsmiðdepil. Og tað
eydnaðist - við pengum, hepni og hegni.
Dubai - frá oyðimørk til stórbý
Ein staður, sum fá høvdu hoyrt um fyri 40
árum síðan, og sum nú er kendur kring allan
heim, er Dubai í Sameindu Emirríkjunum.
Býurin varð grundaður í 1971, men fólk
hava livað har leingi. Í fleiri túsund ár hava
nomadar ferðast á hesum leiðum, har lendið
einamest er oyðimørk. Seinast í 19. øld
varð ein lítil bygd til her, men ikki fyrr enn í
1970-árunum vaks hon til ein bý.
I...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...148
Powered by FlippingBook