Landafrøði 2 - page 61

BÝIR
61
Býurin sum átrúnaðarligur miðdepil
Einstakir býir hava stóran týdning í sambandi við átrúnað. Jerúsalem
hevur í nógvar øldir verið miðdepil hjá fólki við jødiskari, kristnari ella
muslimskari trúgv. Mekka í Saudiarabia er mál fyri pílgrímsferðir hjá
øllum heimsins muslimum. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast
hagar á hvørjum ári. Onnur dømi um týðandi átrúnaðarligar miðdeplar
eru teir indisku býirnir Varanasi og Amritsar, sum hava stóran týdning
fyri hinduar og sikhar.
Býurin sum ídnaðardepil
Fram til miðju 19. øld vóru flestallir ídnaðarbýir úti við sjógvin ella
við eina á, har skip kundu sigla. Soleiðis sluppu tey undan longum og
dýrum flutningi við rossavogni. Tað var skjótari at sigla eftir áum og á
sjónum enn at koyra á vegunum. Og verksmiðjunum tørvaði vatnorku
úr áunum.
Jarnbreytirnar broyttu landkortini
So hvørt sum jarnbreytirnar komu, gjørdist tað nógv lættari at flyta
tungar vørur yvir land. Tá bar nógv betur til at fáa gagn av náttúru­
tilfeingi innan úr landinum, til dømis jarnmálmi og koli. Damp­
maskinan varð uppfunnin, og hon varð rikin við koli. Í nýggjum verk­
smiðjum komu dampmaskinur í staðin fyri vatnorku.
Hetta hevði við sær, at býir og fabrikkir ikki longur bara vóru nær við
áir, vøtn ella sjógv. Tað var hvørki neyðugt vegna flutning ella vatnorku,
eins og áður. Ein avleiðing av hesum var, at nógvastaðni komu nýggir
býir eisini inni í landinum.
Nýggir ídnaðarbýir taka seg fram
Fyrstu stóru ídnaðarbýirnir vóru í Evropa og Norðuramerika. Teir
vóru leingi týðandi býir, sum framleiddu vørur til allan heimin. Men
nú á døgum hava teir ikki longur sama týdning. Ein orsøk er, at nógv
av námsídnaðinum og stálídnaðinum í Evropa og USA er givin, og
framleiðslan er í staðin flutt til Asia og Suðuramerika. Eftir mong ár
við stórum arbeiðsloysi hava fátækabýlingar breitt seg í býum sum
Sheffield og Liverpool í Bretlandi. Samstundis hava aðrir býir kring
heimin fingið størri týdning, til dømis teir við stórum teldufyritøkum.
Í nýggju ídnaðarbýunum í Asia og Suðuramerika eru lívskorini hjá
fólki munandi batnað. Suðurkorea var eitt fátækt landbúnaðarland eftir
seinna heimsbardaga. Nú hevur tað ment seg til eitt nútímans ídnaðar­
land. Høvuðsstaðurin Seoul er síðan seinast í 1960-árunum vaksin til
Hví eru nógvir býir nær
við áir, vøtn og sjógv?
?
I...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...148
Powered by FlippingBook