Landafrøði 2 - page 52

VIT STEÐGA Á:
Matur og umhvørvi
Hvussu kanst tú verða ein góður brúkari
Hvat skal ein gera fyri at verða ein góður brúkari? Ein máti er at
velja vørur, sum eru merktar við ”Fairtrade”-merkinum ella einum
umhvørvismerki. ”Fairtrade” merkir “rættvísur handil”, og hetta
merkið vísir millum annað, at bøndur og arbeiðsfólk fáa eina
rímiliga løn fyri arbeiði sítt, og at barnaarbeiði ikki er loyvt.
Tað ber eisini til at hyggja eftir merkjum, sum vísa, at vøran er
framleidd við umhvørvinum í huga. Tað reyða Ø-merkið er tað
danska merkið fyri vistfrøðiliga framleiddar vørur, og tað bláa og
grøna “Organic Farming”-merkið er galdandi í ES. Til eru nógv
onnur umhvørvismerki, sum eru at finna á ymiskum vørum.
Bananir hava alstóran týdning fyri búskapin í nógvum londum,
serliga í Miðamerika og Suðuramerika. Vanligar bananir, sum ikki
eru umhvørvismerktar, eru ofta bíligari, men prísurin er høgur,
bæði fyri menniskju og umhvørvi. Um bananin skal vera bílig
og hava hóskandi stødd og ongar blettir, so skulu brúkast stórar
nøgdir av ymiskum evnum, sum eru skaðilig fyri umhvørvið.
Vanligar bananir verða sprændar upp til 40 ferðir.
Ábyrgd fyri umhvørvinum
Lat okkum hugsa okkum, at vit saman við familju og vinum skulu fara
at grilla búffar úr neytakjøti. Í handlinum ber til at keypa neytakjøt úr
Nýsælandi. Men hevði tað ikki verið betri fyri umhvørvið at keypt føroyskt
neytakjøt, hóast tað er eitt sindur dýrari? Tað er ikki vist, tí tað veldst um,
hvat kýrnar í Føroyum hava fingið at eta. Um tær hava fingið hoyggj, ið
er flutt inn úr øðrum londum, og kraftfóður, sum er gjørt úr soyabønum,
so hevði tað neyvan verið betri fyri umhvørvið sum heild, enn at etið eina
kúgv, sum hevði gingið á beiti í Nýsælandi.
Tað eru ikki smávegis nøgdir av soyabønum, sum fara til húsdjórafóður.
Kanska var lendið, har soyabønirnar eru veltar, áður frumskógur? Kanska
hevði tað verið betri at velt okkurt heilt annað har?
Um vit einans skuldu hugsað um umhvørvið, so hevði tað besta valið
verið føroysk neyt, sum ganga í haganum um summarið og
fáa føroyskt súrhoyggj ella hoyggj um veturin. Men
teimum er so lítið til av, at hetta kjøtið er ógvuliga
dýrt, samanborið við tað úr Nýsælandi - og
harumframt høvdu vit skulað etið nógv minni
av neytakjøti, um tað alt skuldi verið framleitt í
Føroyum við ongum innfluttum fóðri.
Maturin ávirkar menniskju og náttúru á ymsan hátt
kring heimin Hvussu verður jørðin gagnnýtt, hvørjar
flutningsskipanir eru, og hvar eru handlar og virki - hetta er
ein partur av tí, sum verður viðgjørt í hesari bókini Matur
hevur so statt nógv við landafrøði at gera - landafrøði, sum
eisini tú kanst hava ávirkan á, tá ið tú og familjan taka støðu
til, hvønn mat tit skulu keypa
I...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...148
Powered by FlippingBook