Landafrøði 2 - page 59

BÝIR
59
stjórnað úr Róm av einari strangari hernaðarligari umsiting.
Nú á døgum eru framvegis nógvar fyritøkur í Róm, men búskaparligi
miðdepilin í Italia er í Milano, norðarlaga í landinum. Har er nógvur
ídnaður og týðandi handilsvirksemi.
Brasilia - ein nýgrundaður høvuðsstaður
Flestallir høvuðsstaðir hava eisini søguliga sæð verið týðandi býir. Men
so er ikki í Brasilia, sum er høvuðsstaður í Brasil. Í 1956 fóru tey undir
at byggja býin Brasilia, tí at politikararnir høvdu avgjørt, at landið
skuldi hava nýggjan høvuðsstað. Frá politiskari síðu vildu tey seta ferð á
búskaparvøksturin inni í landinum, og tí var nógv av umsitingini flutt
úr Rio de Janeiro, sum er úti við strondina, inn til tann nýbygda staðin
Brasilia.
Men Brasilia hevur ikki ment seg, soleiðis sum ætlanin var. Nógv
fólk ferðast framvegis ímillum Brasilia, har tey arbeiða, og býirnar úti
við strondina, har tey hava sín fasta bústað. Stórir fátækabýlingar hava
tikið seg upp rundan um býin, sum annars hevði eina framúr góða
býarskipan. Teir størru og týðandi handilsbýirnir og ídnaðarbýirnir
Rio de Janeiro, São Paulo, Santos og Salvador eru úti við strondina, við
Atlantshav.
Býarskipanin í
Brasilia hevur skap
sum eitt flogfar.
2 km
N
I...,49,50,51,52,53,54,55,56,57,58 60,61,62,63,64,65,66,67,68,69,...148
Powered by FlippingBook