Landafrøði 2 - page 60

60
BÝIR
Býurin sum mentanarligur miðdepil
Nógvir av teimum umsitingarligu miðdeplunum eru somuleiðis týð­
andi mentanarbýir, til dømis París í Fraklandi og Kairo í Egypta­
landi. Lærdu háskúlarnir í hesum báðum býunum vóru millum teir
allarfyrstu í heiminum. Lærdir háskúlar hava ofta stóran týdning
fyri mentanarlívið. Í Evropa eru lestrarbýir sum Bologna, Oxford og
Kraków týðandi mentanardeplar.
Dresden er ein býur eystarlaga í Týsklandi. Býurin hevur verið
ein týðandi mentanardepil í Týsklandi heilt síðan 18. øld. Har eru
lærdur háskúli, granskingardeplar, leikhús og mong søvn. Áður
vóru einastandandi bygningsverk úr 18. øld í miðbýnum. Men móti
endanum á seinna heimsbardaga bumbaðu amerikonsk og bretsk
bumbuflogfør býin í sor. Allur miðbýurin varð fullkomiliga oyðilagdur,
og um leið 40.000 fólk doyðu. Hóast býurin varð at kallað javnaður við
jørðina, varð hann bygdur upp aftur, og hann er framvegis ein týðandi
mentanardepil í Týsklandi.
Jerúsalem er átrúnaðarligur
miðdepil hjá jødum, kristnum og
muslimum.
I...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...148
Powered by FlippingBook