Landafrøði 2 - page 57

BÝIR
57
Býurin sum handilsstaður
Í Evropa fekk handilin størri og størri týdning frá 12. øld og frameftir, og
tá vórðu nógvir handilsstaðir grundaðir. Flestu teirra eru framvegis til,
til dømis Hamburg, Antwerpen, Genova og Riga. Nógvir handilsstaðir
í Norðurlondum hava eina søgu, sum røkkur aftur til 13. øld.
So at siga allir teir gomlu handilsstaðirnir í Evropa eru annaðhvørt
úti við sjógvin ella við eitt vatn ella eina á, haðan skip kunnu sigla út á
hav. Nógvastaðni vórðu siglingarveitir grivnar millum stórar áir, vøtn
og sjógvin.
Inni í býnum fór handilin fram á torginum. Har seldu bøndur land­
búnaðarvørur, so sum kjøt og smør, ið býarbúgvar og handverkarar
keyptu. Bøndurnir kundu hinvegin keypa vørur, sum handverkarar
høvdu gjørt, til dømis klæði, búnyttur og amboð.
Nútíðar handilspláss
Nú á døgum fer keyp og søla ikki longur fram á torgum og marknaðum
á sama hátt sum fyrr í tíðini. Í nútímans býum eru í staðin ymisk sløg av
handlum, ið selja tað, sum okkum tørvar í gerandisdegnum. Ein stórur
partur av keypi og sølu fer eisini fram á skrivstovum gjøgnum teldur og
telefonir. New York, Tokyo og London eru nú teir størstu búskaparligu
miðdeplarnir í heiminum.
Fyrstu býirnir
í heiminum
Teir allarfyrstu býirnir
vórðu til fyri 4.000–8.000
árum síðan, har summesti
landbúnaðurin var tá í
tíðini. Tað var eystarlaga
við Miðjarðarhavið, í
Mesopotamia (núverandi
Irak), Indusdalinum
(núverandi Pakistan og
India), Egyptalandi og Kina.
Antwerpen í Belgia hevur síðan
14. øld verið ein týðandi havna-
býur og handilsbýur í Evropa.
I...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...148
Powered by FlippingBook