Landafrøði 2 - page 64

64
BÝIR
Býargerð - býirnir vaksa
Fólkatalið í býunum kring heimin er ógvuliga nógv vaksið hesi seinastu
30 árini. Nú býr meira enn helvtin av øllum fólkum í verðini í býum.
Fólk leita sær til býirnar í vón um at fáa eitt betri lív har. Á bygd hava
nógv ilt við at vinna til lívsins uppihald. Annaðhvørt er ikki nóg mikið
av jørð til øll, ella gera maskinur nú tað arbeiðið í landbúnaðinum,
sum fólk áður gjørdu. Tey, sum verða arbeiðsleys av hesum, flyta ofta
til býirnar at leita eftir arbeiði á verksmiðjum og í ymiskum tænastu­
fyritøkum. Nógv royna okkurt fyri seg sjálv, til dømis sum skóbustarar,
sølufólk ella súkklusmiðir. Men tað eru eisini tey, sum hvørki finna
arbeiði ella bústað.
São Paulo er ein býur við nógvari
tilflyting og stórummuni á ríkum og
fátækum.
I...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...148
Powered by FlippingBook