Landafrøði 2 - page 72

72
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Vinnulívið
í heiminum
Nú á døgum keypa vit so at siga allar vørur og tænastur,
sum okkum tørvar, heldur enn at gera tær sjálv. Næstan
allar lidnar vørur verða framleiddar í ídnaðinum:
matur verður framleiddur í matídnaðinum, klæði í
klædnaídnaðinum, heilivágur í heilivágsídnaðinum
og telefonir og teldur í elektronikkídnaðinum. Áðrenn
nakrar lidnar vørur kunnu verða gjørdar, mugu rávørur
verða útvegaðar. Tað fer fram í rávøruídnaði, sum
vinnur rávøruna burtur úr náttúrutilfeingi, til dømis
jarnmálmi í námsvinnuni, trøum í skógarvinnuni ella
fiski í fiskivinnuni.
Saman við ídnaðinum eru nógvar aðrar fyritøkur
komnar, til dømis bankar og fyritøkur, sum fáast
við at keypa og selja. Ídnaður, handil og annað
fíggjarvirksemi verða til samans nevnd
vinnulív.
Ídnaður - hvat er tað?
Tá ið tú hoyrir orðið
ídnaður
, hugsar tú kanska um skitnar
verksmiðjur og stórar skorsteinar við nógvum royki. Men
ídnaður er eisini nógv annað. Ídnaður
fevnir um alla framleiðslu, sum
fer fram í stórum við hjálp
frá maskinum. Sjálvt
fyritøkur, sum ongar
vørur framleiða, kunnu
verða nevndar ídnaður,
til dømis fyritøkur í
ferðavinnuni.
Í Asia verða nógvar
leikur gjørdar, so sum
Mikkjal Mús á einari
verksmiðju í Malaisia.
Í Essen í Týsklandi er ein
gomul verksmiðja úr kolíd-
naðinum, Zollverein, bygd
um til ein mentanardepil. Har
eru fleiri ymisk søvn og eisini
ein skúli, har til ber at læra
til sniðgeva. Har er enntá ein
svimjihøll. Í 2001 varð hetta
ídnaðarøkið flokkað sum
heimsarvur undir UNESCO.
I...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...148
Powered by FlippingBook