Landafrøði 2 - page 76

76
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Arbeiðsmegi
Tað er ikki bara náttúrutilfeingið, sum avger, hvar ídnaður er at finna.
Fólk, sum kann arbeiða í ídnaðinum, er framvegis ein tann týdningar­
mesta treytin fyri, hvar í heiminum ídnaðarfyritøkur verða bygdar.
Hóast allar maskinurnar, so skulu menniskju arbeiða í øllum liðum í
framleiðsluni. Eitt gott dømi um hetta er Japan. Har er lítið og einki
náttúrutilfeingi, men har er ivaleyst av arbeiðsmegi. Eftir seinna heims­
bardaga fór prísurin á olju niður, og tað bar í sær, at flutningur sum
heild varð bíligari. Tá fóru tey í Japan undir at flyta inn ymiskar týðandi
rávørur, og nógvar nýggjar fyritøkur vórðu bygdar. Nú á døgum er
Japan millum fremstu ídnaðarlond í heiminum, har tey framleiða ein
hóp av vørum, so sum bilar og elektronikk.
Í ríka partinum av heiminum arbeiða tey flestu við onkrum øðrum
enn at framleiða vørur. Sagt verður, at vit liva í einum
vitanarsamfelag
ella
kunningarsamfelag
heldur enn ídnaðarsamfelag. Tað merkir, at vit
liva í einum samfelag, har kunnleiki, vitan og menning av kunnleika
hava minst líka stóran týdning sum skógarbrúk, landbúnaður, fiski­
vinna og aðrar siðbundnar vinnur.
Tólmenni gera ein stóran part av
arbeiðinum, sum her á Volvo-
fabrikkini í Torslunda í Svøríki.
I...,66,67,68,69,70,71,72,73,74,75 77,78,79,80,81,82,83,84,85,86,...148
Powered by FlippingBook