Landafrøði 2 - page 68

68
BÝIR
Ein tann størsta orsøkin til luftdálkingina eru teir nógvu bilarnir.
Vegirnir eru ofta stúvstappaðir við bilum, og tað tekur alsamt longri tíð
at koma fram. Men tað gagnar sjáldan at byggja fleiri vegir, tí teir draga
bara enn fleiri bilar at sær.
Eitt annað vandamál eru rúgvurnar av burturkasti, sum vaksa í
hvørjum. Býirnir elva til so nógv burturkast, at tað er so at siga ógjørligt
at beina fyri øllum. Harumframt verður luftin enn skitnari, tá ið
burturkast verður brent.
Møguleikar í stórbýunum
Hóast umhvørvið í stórbýummangan er vánaligt, so eru sjálvandi eisini
nógvir fyrimunir við at búgva í einum stórbýi. Har er atgongd til nógv
ymisk arbeiði. Eisini eru nógvar matstovur, handlar, biografar, skúlar
og ymsir felagsskapir. Har eru fjølbroytt ítróttaøki og lærdir háskúlar.
Tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri burðardygga menning, at fólk
búgva í býum. Har, sum nógv fólk búgva saman á einum avmarkað­
um øki, er lættari hjá samfelagnum at skipa fyri til dømis almennari
samferðslu og at reinsa drekkivatn umframt spillivatn.
Hvat heldur tú vera fyrimunir
og vansar við at búgva í einum býi?
?
Kjøt verður selt úti á vegnum í einum handli í Jiddah í Saudiarabia.
Í miðbýnum í Tokyo í Japan.
I...,58,59,60,61,62,63,64,65,66,67 69,70,71,72,73,74,75,76,77,78,...148
Powered by FlippingBook