Landafrøði 2 - page 63

BÝIR
63
Námssamfeløg vórðu til býir
Ein tann størsti býurin í Afrika er Johannesburg í Suðurafrika. Býurin
varð til í sambandi við, at nógv gull varð funnið har á leiðini. Í Johannes­
burg og kring býin eru nøkur av størstu gullnámunum í verðini.
Arbeiðið í námunum fekk nógv fólk at flyta hagar. Námsvinnan hevði
við sær, at eisini nógvur annar ídnaður tók seg upp í býnum.
Í Johannesburg og býunum beint við búgva nú um leið 7 milliónir
fólk. Ikki so nógv arbeiða í námunum, men gullið hevur framvegis
stóran týdning fyri búskapin í býnum.
Ein býur - níggju lond
Shanghai er millum teir býir í Kina, sum vaksa ógvuliga skjótt. Har búgva um
leið 18 milliónir fólk. Fyri at gera pláss fyri øllum hesum fólkunum hava tey
bygt níggju ymsar forstaðir rundan um býin. Hesir forstaðirnir eru bygdir
við níggju ymiskum londum sum fyrimynd, millum annað Svøríki, Italia og
Týsklandi.
Tað eru svenskir byggifrøðingar, sum hava gjørt býarskipan og tekningar
til forstaðin Luodian New Town. Fyrimyndin hjá teimum var svenski býurin
Sigtuna, sum er við vatnið Mälaren. Forstaðurin er bygdur upp sum ein lítil
svenskur býur við einum eftirgjørdum vatni, sum eitur Meilan, næstan sum
Mälaren. Nú búgva um leið 30.000 fólk í forstaðnum. Svenskar fyritøkur
halda eisini til her.
Tað eru mong, sum halda, at hesir forstaðirnir hóska væl júst til
Shanghai, tí hesin býurin hevur langt afturi í tíðini verið ein havnarbýur,
sum hevði nógv samband við umheimin. Og so eru onnur, sum finnast at
myndugleikunum, tí teir bara byggja nýggj bústaðarøki og ikki hugsa um,
hvat jørðin áður hevur verið nýtt til.
Býurin Kiruna í Norðursvøríki bleiv til í
sambandi við tað stóra námið við jarn­
málmi. Tey fóru undir námsvinnu har í
árinum 1900. Nú skal býurin flytast, tí
hann er ov nær við námið. Øll flytingin
skal vera liðug í seinasta lagi í 2033.
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...148
Powered by FlippingBook