Landafrøði 2 - page 56

56
BÝIR
Hvat fer fram í býum
Tað mesta av fólkinum í einum býi fæst ikki við at velta ella at hava
nakran fenað, hóast tað er - ella var - eitt sindur av landbúnaði í nógvum
býum. Skal fólkið í býunum kunna fáast við annað arbeiði enn at fram­
leiða mat, so má okkurt slag av keypi og sølu vera har. Handilsvirksemi
er sjálvsagt í øllum býum.
Men býir eru annað og meiri enn týðandi handilsstaðir. Í høvuðs­
støðum er vanliga nógv umsiting, so sum tjóðarting og stjórn og ymsir
myndugleikar. Ofta er høvuðsstaðurin tann størsti býurin í einum
landi.
Í flestøllum býum er eisini ídnaður, til dømis matvøruídnaður og
verkstaðir. Býir, har ein stórur partur av fólkinum arbeiðir í ídnaðinum,
verða nevndir ídnaðarbýir.
Ein býur kann eisini vera ein týðandi mentanarligur depil við til
dømis søvnum, leikhúsum, listaskálum og lærdum háskúla. Aðrir býir
eru eyðkendir av tænastuvinnu, har flestu fólkini arbeiða á skrivstovu,
sjúkrahúsi ella kanska á gistingarhúsum ella matstovum.
Á einum heyggi, har áin Tajo ger ein
bug, vaks spanski býurin Toledo fram
longu fyri 2000 árum síðan.
I...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...148
Powered by FlippingBook