Landafrøði 2 - page 46

46
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Matur - tørvur og ovurnøgd
Ikki er lætt at skilja støðuna í verðini, tá ið tað snýr seg um at framleiða
og útvega mat. Í summum londum planta tey skógir á búnaðarjørð, tí
at tað loysir seg ikki at velta grøði, sum kann etast. Viðhvørt kunnu
bøndur enntá fáa eitt gjald fyri at lata vera við at velta akur sín. Leingi
var tað soleiðis, at bara í USA lógu næstan tvey prosent av allari
búnaðarjørð í verðini óbrúkt vegna sonevnda ovframleiðslu. Av og á
vórðu stórar rúgvur av korni brendar. Nú á døgum verður alsamt størri
partur av búnaðarjørðini brúkt til grøði, sum til ber at vinna etanol úr.
Tað verður brúkt sum brennievni til bilar í staðin fyri bensin.
Aðrastaðni í heiminum er ikki nóg mikið til av búnaðarjørð, og tá
verður framleiðslan alt ov lítil til at breyðføða fólkið, sum har býr. Men
tað kann eisini henda, at eitt land flytur nógvan mat út til onnur lond,
samstundis sum ein stórur partur av fólkinum svøltar. Í Suðurafrika
eru til dømis stór jarðarbrúk, har einasta grøðin er ein blóma, sum
eitur morgunfrúa. Blómurnar verða fluttar út til Evropa, har tær verða
koyrdar í høsnafóður - bara fyri at eggini hjá okkum skulu fáa eina
vakra, gula blommu.
Í USA verður nógv kjøt fram­
leitt og etið. Á hesum slátur­
virkinum í Dakota fletta tey 7,5
milliónir neyt og 12,5 milliónir
grísar um árið.
I...,36,37,38,39,40,41,42,43,44,45 47,48,49,50,51,52,53,54,55,56,...148
Powered by FlippingBook