Landafrøði 2 - page 37

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
37
Hinvegin hevur tørvur verið á nógvum fólki til at gera allar maskin­
urnar, sum verða nýttar í landbúnaðinum. Harumframt brúka tey á
stóru gørðunum nógva orku, til dømis olju, og arbeiðsmegi krevst eisini
til at framleiða og flyta oljuna.
Í ríka partinum av heiminum eru garðarnir ofta familjufyritøkur.
Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi arbeiða stórar víddir.
Og við at nýta ivaleyst av handilstøðum umframt eiturevni móti skaða­
dýrum og loki kann hann fáa stóra úrtøku úr jørðini.
Frá fjølbroyttum til einsháttaðan landbúnað
Fyrr í tíðini var vanligt, at hvør bóndagarður hevði eina fjølbroytta
framleiðslu. Bóndin velti bæði korn og grønmeti og hevði eisini mjólk­
neyt. Og tøðini, sum bøurin skuldi hava, komu frá húsdýrunum.
Nú á døgum hava at kalla allir stórir garðar eina einsháttaða fram­
leiðslu, tað vil siga, at har verða bara framleidd eitt ella tvey sløg av land­
búnaðarvørum. Næstan alt, sum verður framleitt, verður selt. Ein einsa­
mallur bóndi kann kanska framleiða mat, sum røkkur til fleiri túsund
fólk.
Landbúnaður í fátækum londum
Í fátæka partinum av heiminum eru óteljandi mátar at reka landbúnað.
Har eru risastórir garðar við nútímans maskinum. Men har eru eisini
smáir akrar, sum verða veltir við haka. Har eru stórar
gróðrarlundir
við
bara einari avgrøði. Og har eru garðar, sum ein familja eigur, har tey
Í Kashmir velta tey safrankrokus, ið
verður nýtt til at gera eitt kryddarí,
sum eitur safran. Til 1 kg av safran
verða brúktar 70.000 blómur, sum
verða hentaðar við hond.
Handilstøð
Handilstøð verða eisini
nevnd kunsttøð. Hetta eru
taðingarevni, sum verða
framleidd í ídnaðarfyritøkum.
Lok
Í veltum og økrum, har fólk hava
sáað ella plantað nýtsluplantur,
vaksa eisini aðrar plantur, sum
einki gagn er í. Hetta verður
nevnt lok, ókrút ella illgresi. Tað
má verða lúkað burtur, og tað
kann verða gjørt við hond, við
lúkingarjarni ella við maskinum.
Á stórum gørðum verða nú
á døgum ofta brúkt ymisk
eiturevni, sum drepa lokið, men
ikki nýtsluplanturnar.
Skaðadýr
Ymisk sløg av skaðadýrum -
flogkykt, ormverur og tílíkt
- kunnu oyðileggja nógva
grøði. Tí verður ofta sprænt
við eiturevnum. Tó verða
eisini gjørdar royndir at basa
skaðadýrum lívfrøðiliga, tað er
við ongum eiturevnum.
I...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...148
Powered by FlippingBook