Landafrøði 2 - page 34

34
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Taro
Jams
Hveiti
Epli
Kassava
landinum, so at grøðin ella fenaðurin ferst, fær fólkið ilt við at lívbjarga
sær. Tey, sum velta ymiska grøði at selja á einum marknaði, mugu
eisini liva við, at prísurin brádliga kann fara upp ella niður. Tað er tó
ikki soleiðis, at fólkið í einum landi, har landbúnaðurin hevur mest
at siga, livir fátækari, enn tey gera í einum landi við nógvum ídnaði.
Landbúnaðurin veitir nógvum fólkum eina trygga tilveru, við tað at tey
fáa nóg mikið av mati.
Tá ið tíð og fígging ráða
Í Føroyum hevði borið væl til at velt nógv meiri av til dømis eplum,
grønmeti og berum, enn gjørt verður, og tað hevði eisini borið til at velt
meiri upp úr nýggjum. Men sum støðan er, loysir tað seg illa fíggjarliga.
Sum oftast er bíligari at keypa landbúnaðarvørur úr øðrum londum.
Tað eru so statt fíggjarlig viðurskifti heldur enn veðurlagið, sum avgera,
hvussu nógv verður velt.
Víða hvar í verðini, serliga í Afrika, er nógv ódyrkað lendi, sum kundi
verið velt. Men bøndur hava ikki altíð tíð at velta upp úr nýggjum. Um
tað ikki ber til at nýta maskinur, má familjan sjálv gera alt arbeiðið.
Og kanska hevði tað verið torført at sloppið av við ta grøðina, sum tey
fingu afturat. Um til dømis eingir vegir eru, so ber illa til at sleppa á
marknaðin við vørunum. Tí eru nógv, ið bara velta so mikið, at tey hava
til sín sjálvs.
Ymisk grøði kring heimin
Kring allan heim verða nógv ymisk sløg av grøði velt. Summi sløg hava
flestu okkara ongantíð hoyrt um. Onnur sløg eru at finna allastaðni.
Nógvastaðni eru kornslagið
hirsi
ella rótarkýlini
jams
og
taro
týð­
andi føði. Men hyggja vit at allari verðini undir einum, so er tann
týdningarmesta grøðin kornsløgini
hveiti
,
rís
og
mais
umframt rótar­
kýlini
epli
og
kassava
. Hesir vøkstrir eru grundføðin hjá flestum fólkum
í heiminum.
Kaffi, sukur og bummull er grøði, sum verður dyrkað til at selja; og
hesar vørur hava somuleiðis stóran týdning fyri fólk kring allan heim.
Ymisk sløg av plantum og trøum eru gjøgnum áratúsund flutt úr
einum heimsparti í annan. Epli, mais og kassava stava upprunaliga úr
Amerika, men verða nú velt so at siga allastaðni.
Ymisk krøv til veðurlag og taðing
Tað er ymiskt, hvat hvør grøði krevur av taðing, vatni og hita. Hirsi
klárar seg væl í turrum veðurlag. Bygg og epli hoyra til ta grøði, sum
Mais
Hirsi
Rís
I...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...148
Powered by FlippingBook