Landafrøði 2 - page 44

44
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Har fá eiga nógv
Nógvastaðni í heiminum, serliga í fátækum londum, er stórt órættvísi
í landbúnaðinum. Nøkur fá fólk eiga meginpartin av tí góðu jørðini,
og tey nógvu fólkini mugu býta ta vánaligu jørðina millum sín. Og ein
hópur av fólki eigur als onga jørð og noyðist at arbeiða á stóru gørð­
unum ella flyta til stórbýirnar at leita eftir arbeiði.
Góðseigarar og fátækir bøndur
Í Miðamerika og Suðuramerika eiga nakrir fáir stórir góðseigarar og
stórar fyritøkur ómetaligar víddir av landbúnaðarjørð. Samstundis ber
illa til hjá meirilutanum av fólkinum at liva av smáu teigunum, sum tey
kunnu velta. Vanliga eigur bóndin ikki jørðina, sum hann og familja
hansara brúka. Í staðin leigar hann jørðina frá góðseigaranum. Bóndin
má so rinda leigu, annaðhvørt sum part av grøðini ella við peningi.
Ofta má onkur í familjuni flyta til býin at finna sær arbeiði, so tey
kunnu vinna pening at gjalda leiguna fyri jørðina. Nógvir bøndur
rinda leiguna við at arbeiða ókeypis fyri góðseigaran.
Í Brasil eru tey flestu jarðarbrúkini sera smá. 80 prosent av teimum
eru minni enn 50 hektarar. Harafturímóti er 1 prosent av gørðunum
størri enn 1.000 hektarar. Næstan helvtin av allari búnaðarjørð hoyrir
til hesar stórgarðarnar. Smáu jarðarbrúkini hjá fátæku bóndunum eru
einans ein tíggjundapartur av búnaðarjørðini.
Í nógvum øðrum londum, til dømis Suðurafrika, India og Filips­
oyggjum, er støðan á leið tann sama.
Heilagar kýr
Av og á eru myndir at síggja av kúm í India, sum ganga og mala millum
bilar og motorsúkklur. Hesar kýrnar verða hildnar at vera heilagar og
mugu ikki verða dripnar. Summi halda tað vera oyðsl, eftirsum tað eru fólk
í India, sum líða hungur.
Í USA, sum als ikki er so fjølbygt sum India, eta fólk so nógv kjøt, at har
er ikki nóg mikið av graslendi til øll neytini. Amerikanarar mugu tískil
framleiða kjøt í øðrum londum eisini.
Nýskipanir kunnu gera órættvísið minni
Í summum londum eru nakrir av stórgørðunum skiftir sundur í smærri
garðar. Í Kenja til dømis eru onkrir stórir garðar býttir sundur í eini 100
smá jarðarbrúk. Í øðrum londumætlamyndugleikarnir at seta nýskipanir
í verk, sum á ymsan hátt kunnu minka um órættvísið á bygd.
I...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...148
Powered by FlippingBook